Nú skal Jan baksast við almennu fakfeløgini

Hann er settur sum stjóri í lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum

Fíggjarmálaráðið hevur nú sett Jan Mortensen í starv sum nýggjan lønarstjóra.

 

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í dag

Hann tekur við eftir Snorra Fjallsbak, sum hevur verið stjóri í fleiri ár, og sostatt verður tað Jan Mortensen, sum hereftir skal standa á odda fyri samráðingunum hjá Fíggjarmálaráðnum við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Fíggjarmálaráðið sigur, at Jan Mortensen hevur fjølbroyttan leiðsluførleika. Hann hevur staðið á odda fyri arbeiðnum at fremja stórar broytingar og hevur gott innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin, arbeiðsrættarlig viðurskifti, samráðingar og samstarv við fakfeløg.

 

Seinastu níggju árini hevur hann verið í leiðsluni á Føroya Tele sum privatkundastjóri. Men áðrenn tað stóð hann í 10 ár á odda fyri samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum sum stjóri í Vinnuhúsinum.

 

Jan hevur eisini verið stjóri á Ferðaráðnum í 4 ár og áðrenn hann flutti heim úr útlondum, var hann ráðgevari í virkisleiðslu.

 

Jan Mortensen er 58 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU og hann byrjar væntandi í starvinum í november mánaði.