Nú skal tørvurin kortleggjast

Umframt at gera einfaldari upptøkutreytir skal tørvurin á ansingarplássum í Tórshavnar kommunu kortleggjast.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani fór ein sokallaður skjóttarbeiðandi bólkur til verka at orða nýggjar upptøkutreytir í barnaansingini í Tórshavnar kommunu. Arbeiðið í bólkinum er nú komið so mikið áleiðis, at formaðurin í sosialu nevnd, Heðin Mortensen, sum eisini er formaður í arbeiðsbólkinum, væntar, at álitið verður lagt fyri býráðið í næstum.

- Umframt at gera nýggjar og meiri einfaldar upptøkutreytir hava vit eisini arbeitt við øðrum viðurskiftum, ið greiði eigur at fáast á. Til dømis hava vit gjørt eitt kort, sum er yvirlit yvir dagstovnar og dagrøktarmammur í kommununi. Yvirlitið skal eisini vísa, hvar størsti tørvurin og harvið trýstið er og hvar flestu børnini verða fødd, sigur Heðin Mortensen.

Formaðurin í sosialu nevnd sigur, at arbeiðsbólkurin arbeiðir miðvíst og at álitið verður ikki latið býráðnum til viðgerðar fyrr enn alt er komið uppá pláss. Og tað verður ein av fyrstu døgunum.

- Upptøkutreytirnar til dagstovnarnar skulu gerast meiri einfaldar. Og mørkini millum býarpartarnar skulu burtur, stendur tað til okkum. Tað kann ikki vera meiningin, at nøkur hava framíhjárætt, tá ið trýstið er so stórt sum tað er. Tað fer við øðrum orðum at merkja, at til dømis argjabørn í prinsippinum sleppa inn á stovnar í Hoyvík, sigur Heðin Mortensen.


Órættvís mannagongd

Felagið fyri foreldrum at børnum í Havn hevur skotið upp fyri býráðnum, at mørkini millum býarpartarnar verða tikin burtur, tí mannagongdin sum er er rættiliga órættvís. Foreldrafelagið hevur eisini skotið upp, at býráðið hongur ein lista upp, sum vísir, hvat nummar í røðini barn teirra er at sleppa inn á stovn. Og tað hevur Heðin Mortensen einki ímóti.

- Hví ikki, skattalistar liggja jú frammi fyri almenningin.

Eisini Heðin Mortensen heldur, at vesturbýurin skal raðfestast nú, tá ið tað ræður um bygging av dagstovni, men hann er ónøgdur við, at ein býráðslimur er komin fram við hesum, áðrenn málið er liðugt viðgjørt í sosialu nevnd.

- Tað setir kílar í og bara seinkar málinum. Umsitingin hevur fingið til uppgávu at kanna, um kommunan eigur nakað grundstykki í vesturbýnum og hvat ein bygging kemur at kosta. Tá ið íløguætlanin kemur fyri í januar skal so eitt ynski liggja klárt, sigur Heðin Mortensen.

Sosiala nevnd hevur arbeitt við uppskoti um at gera eina spælistovu í kjallaranum í Meinigheitshúsinum til børn, sum onga kommunala ansing hava og sum kommunalu dagrøktarmammurnar eisini kunnu gera nýtslu av. Talan er um eina íløgu á 100.000 krónur um árið. Uppskotið kemur fyri á fundi í fíggjarnevndini í dag.