VIÐGERÐ
Gongdin í Føroyum eins og uttanlands er, at talið á kvinnum, yngri kvinnum og smábarnamammum, sum drekka, er nógv vaksandi. Hetta vísa bæði Finnur Helmsdal, barnaverndarlimur í Havn, og Erna S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgevi, á í samrøðum í blaðnum. Men kvinnur eru bæði truplar at fáa í viðgerð og ringar at viðgera. Tær vilja treyðugt inn á teir viðgerðarstovnarnar, vit kenna, tí tær vilja ikki lata seg úr sálarliga saman við eitt nú monnum, sum tær kanska kenna. Seta vit á stovn viðgerð, sum burturav er til kvinnur, fara fleiri kvinnur í viðgerð, er Finnur Helmsdal sannførdur um. Og Erna S. Hákonardóttir er samd. Hon heldur, at tað hevur bráðskund at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinnur, eins og gjørt verður aðra staðni. Misnýtslan er so nógv merkt av skomm og fordómum, og tí hava tær tørv á serligari viðgerð. Sjálv lagar hon ráðgevingina til kvinnur øðrvísi til enn til mannligar misnýtarar.
Eingin ætlan er um at seta á stovn viðgerð í Føroyum, sum er serliga ætlað kvinnum. Ei heldur er nøkur ætlan um at endurskoða viðgerðirnar, vit hava í Føroyum, hóast fleiri røddir í seinastuni hava róð upp undir, at tíðin er komin til at gera broytingar. Í londunum rundan um okkum fer stór menning fram innan viðgerðarøkið, og rákið er, at tvørfakligt samstarv er ógvuliga munadygt og at úrslitini av viðgerð eru betri, tá ið viðgerðartilboðini eru sundurgreinað og tilboð eru serliga til eitt nú kvinnur og ungar misnýtarar.
Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum hevur ikki viðgjørt í stýrinum ella landsstýrinum, um tíðin er komin til at seta á stovn serliga viðgerð fyri kvinnur.
- Hetta valskeiðið eru reglugerðirnar fyri viðgerðarstovnarnar endurskoðaðar og dagførdar. Einki bendir á, at orsøk er til at broyta viðgerðirnar. Hagtøl og annað vísa, at tørvur er á teimum viðgerðunum. Nógv fólk hava fingið eina rúsfría og innihaldsríka tilveru eftir viðgerð á stovnunum. Um viðgerðirnar eru nóg góðar og nóg nógv fólk verða hjálpt, ber altíð til at kanna. Tað er altíð viðkomandi at spyrja, um arbeiðið, sum verður gjørt, er nøktandi og fylgja við í, hvat hendir innan viðgerðarøkið aðrastaðni. Vit hava ikki viðgjørt, um vit eiga at seta á stovn serliga viðgerð fyri kvinnur.
Fyri deyvum oyrum
Hava fólk ætlanir um at seta á stovn onnur viðgerðartilboð, er ringt at fáa ljóð fyri hesum hjá almennu myndugleikunum. Tað eru í øllum førum royndirnar hjá Ernu S. Hákonardóttir, sum í seks ár hevur arbeitt sjálvstøðugt sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn. Hon sigur í viðtali í blaðnum herfyri, at føroysku myndugleikarnir sova og ikki ynskja at tosa um hesi viðurskiftini.
- Myndugleikarnir halda væl standa til, tá ið vit hava tveir viðgerðarstovnar, men ynskir onkur at seta í gongd arbeiði, sum eru í londunum rundan um okkum og sum góðar royndir eru av, eru ongir møguleikar fyri fígging uttan at veðseta egnar ognir ella fara í bankan at læna pengar. Myndugleikarnir sláa seg til tols við tí sum er, uttan at loyva nýhugsan framat. Hvussu úrslitini eru á verandi stovnum gáa teir ikki um, ei heldur spyrja eftir. Í Føroyum er eingin grunnur, har tú kann søkja pengar til at seta í gongd ymiskt til frama fyri børn og ung úr misnýtarafamiljum. Sjálv havi eg spurt nógva staðni, eisini í Almanna- og heilsumálastýrinum, men haðani havi eg einki svar fingið, heldur ikki frá landsstýrismanninum, sum eg havi sent bræv. Men áðrenn vit kunnu gera broytingar, mugu vit tosa opið um trupulleikarnar sum eru. Teir eru alla aðra staðni, og vit eiga ikki at billa okkum inn, at teir ikki eru her. Spurningurin er bara, hví vit lata eyguni aftur fyri teimum her. Vit hava av tí sama ikki ment okkum innan fyri viðgerð í fleiri ár, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum vísir aftur, at myndugleikarnir avvísa nýskapandi tiltøkum.
- Vísa fólk á tiltøk, sum eru nýskapandi á økinum, viðgera vit málið í álvara og við vælvild. Í hvønn mun nýggj tiltøk fáa stuðul ella hjálp, er ringt at meta um frammanundan. Fáa vit eitt uppskot um at seta á stovn viðgerð, sum er serliga ætlað kvinnum, kanna vit málið, hvat tað kostar og so framvegis. Hinvegin er tað uppgávan hjá Fyribyrgingarráðnum at mæla landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum til at seta nýggj tiltøk í verk og einki tilmæli er komið haðani um, at viðgerðirnar, sum vit hava, skulu endurskoðast, sigur Sámal Petur í Grund.