Nýskipanin bumbar okkum eftir reyv

- Hví klárar føroyski fiskiflotin ikki at endurnýgga seg? Tað er spurningurin, sum Bjarni Petersen, skipari, setir sær, nú teir fiska uppi við Svalbard.

- Føroyski fiskiflotin, sum vit hava reypað okkum av, var fyri eini 30 árum síðan tann mest framkomni, tá vit samanbera okkum við londini uttan um okkum. Men, í dag er hann nógv tann vánaligasti. Miðalaldurin á skipunum er omanfyri 30 ár.

 

Tað sigur Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, sum í løtuni fiskar uppi við Svalbard. Skiparin spyr, hvussu tað man síggja út millum skins og hold á slíkum skipum, har frárensl og annað rustar og er typt, og her er fuktur og svampur.

 

- Ein alment løntur hevði helst fingið forboð frá sínum fakfelag at farið umborð, leggur skiparin aftrat, samstundis sum hann spyr, um eingin er, sum vaknar.

 

Bjarni Petersen vísir á, at hann ikki hevur hoyrt nakran politikara nevna, at pengarnir frá uppboðssøluni møguliga kundu farið í grunn til at endurnýgga fiskiskipaflotan fyri.

 

- Vit hoyra bara um, hvussu nógv tey aftrat kunnu knokkroyta reiðaran - tann "bandittin" - alt til tann alsamt veksandi almenna yvirbygnaðin.

 

Skiparin á Arctic Viking spyr, hvat er galið hjá føroyingum, tá fiskiflotin ikki megnar at endurnýggja seg.

 

- Eru vit ódugnaligir? Tað eru vit neyvan. Um vit vóru ódugnaligir, vóru føroyingar neyvan yvirmenn við grønlendska-, kanadiska-, norska-og danska fiskiflotanum.

 

Á hinari síðuni, sigur Bjarni Petersen, so síggja vit ikki ein tann einasta útlending sum yvirmann umborð á okkara skipum. Hetta man tala fyri seg, heldur hann.

 

- Eg hugsi ikki um, hvørjar veiðimøguleikar teir/ vit hava. Tað, sum er mest galið her hjá okkum, er sjálvandi óvissan um, hvat hendir eftir hesa ólukku fiskivinnunýskipan, sum higartil hevur bumbað okkum nógv ár aftur eftir.

 

Skiparin vísir á, at sáttmálin hjá føroyska reiðaranum er nógv tann vánaligasti í mun til sáttmálarnar í okkara grannalondum, og kortini verður í Føroyum tosað um, hvussu enn meira kann takast frá reiðarunum.

 

- Samanbera vit við grønlendskt rækjuskip, hevur reiðarin har umleið 14 prosent meira eftir av samlaða søluvirðinum. Norski sáttmálin gevur reiðaranum umleið átta prosent meira við sonevnda strukturgjaldinum, sum manning og reiðari lata til bundnu uppgávuna at endurnýggja fyri.

 

Bjarni Petersen sigur, at í Danmark er als eingin sáttmáli fyri hesi skipini, og har ger reiðarin júst, sum hann vil, og við skipunum úr Estlandi, sum fiska saman við teimum, hevur reiðarin umleið 20 prosent meira eftir av søluvirðinum.

 

- Eg sigi ikki, hvat rætt er, men hetta er tað, sum vit kunnu samanbera okkum við, leggur hann aftrat.

 

Skiparin á Arctic Viking er sannførdur um, at her mugu øll feløg - Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið umframt Føroya landsstýri - seta seg saman.

 

- Her mugu allir partar lata nøkur prosentir, sum skulu áleggjast til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Annars endar heilt galið hjá okkum føroyingum, sigur Bjarni Petersen, skipari, av Svalbard hin 6. juli í ár.