Nú skulu skúlabørn kring landið venja seg við, at morgunsangur verður ein vanligur partur av skúladegnum.
Tað er tykist at vera greitt, nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørd eitt uppskot um at broyta fólkaskúlalógina.
Tað er Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina og nú er eisini greitt, at ein samd mentanarnevnd, tekur undir við tí. Í nevndini eru umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum flokkum hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu fólkaskúlalógin skal broytast, og eitt av tilmælunum er, at skúlarnir skulu gera meiri burtur úr sangi og tónleiki.
Sostatt skal tað nú standa í lógini, at morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum.
Tað skal eisini standa í lógini, at sangur og tónleikur skal vera við í lærugreinini handverk og list frá fyrsta til sjeynda flokk.
Men sangur skal eisini verða ein nátúrligur partur av undirvísingini í føroyskum, í hvussu so er í fyrsta flokki.
Samstundis skulu børnini hava fleiri tímar í handverki og list, umframt at samfelagsfrøði skal vera kravd lærugrein í sjeynda, áttanda og í níggjunda flokki.
Í Samfelagsfrøði skulu næmingarnir fáa innlit í fólkaræði, rættindi og skyldur, kommunur og løgting, skúlar og nærumhvørvi.
Og dentur verður eisini lagdur á, at tey læra um miðlar, og hvussu tey skulu handfara nýggju miðlarnar.