Nú skulu bestu lærlingarnir finnast

Í morgin og ovurmorgin verður FM fyri lærlingar í SMS.

Í morgin árini byrjar fyrsta FM fyri handverkslærlingar í Føroyum. Tiltakið byrjar í SMS í morginárini klokkan 9. Tað eru timburlærlingar, rørsmiðjulærlingar og hárfríðkanarlærlingar, sum kappast um at gerast føroyameistarar í sínum yrki.

 

Tiltakið verður á Torginum í SMS, so høvi verður hjá áhugaðum at eygleiða, meðan dugnaligastu lærlingarnir arbeiða. Her sæst hvussu rør skulu leggjast, hvussu timbur verður tilgjørt og hvussu hár verður fríðkað.

 

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri FM fyri handverkslærlingar í Føroyum, og eru bæði lærlingar og meistarar spentir uppá uppgávuna.

- Jú, sjálvsagt er tað ein heiður hjá fyritøkuni, at ein av okkara lærlingum er útvaldur at kappast um Føroyameistaraheiti, sigur Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon

 

- Hetta er nakað heilt serligt. Vit hava fyrireika okkum væl og vant til FM. Nú skal kappingin bara byrja, sigur ein av lærlingunum, Tóra Knudsen, sum er í læru á Salong Bylgjan á Argjum.

 

Eisini verður høvi at fáa kunning um mongu yrkisútbúgvingarmøguleikarnar. Fólk frá Yrkisdeplinum, Tekniska skúla í Klaksvík og Glasir Smiðjugerð verða á Torginum báðar dagarnar.

- Vit ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

- Vit fyriskiparar hava altíð vitað, at vit hava framúr dugnaligar handverkarar í Føroyum. Við hesari kappingini kunnu vit kjósa nakrar av teimum allar bestu, umframt at vit finna ein føroyameistara fyri trý útvald fak, sigur hann.

 

Kappingin verður skotin í gongd hósmorgunin kl 9:00. Lærlingarnir kappast tá í hálvan annan tíma, áðrenn sjálv setanin verður. Tað verður Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum setir tiltakið.

 

Meðan rørsmiðju- og timburlærlingarnir loysa eina stóra uppgávu yvir tveir dagar, er hárfríðkanar kappingin uppdeild í smærri uppgávur. Sostatt steðga hárfríðkanarlærlingarnir kl 14:30 hósdagin, meðan hini halda fram til kl 18:00.

 

Kappingarnar byrja aftur fríggjamorgunin og halda fram til kl 15:00, tá ið døming fer fram. Tað eru skoðanarmeistarar úr vinnuni, sum meta um avrikini og finna vinnararnar í ymisku fakunum.

 

Kl 17 verður steypahandan. Tað verður Rigmor Dam, Landstýriskvinna í Mentamálum, sum fer at handa vinnarunum steypini.

 

Luttakandi lærlingarnir eru:

Annfinnur Allanson Hjaltalin, Demich

Kári Hvidtfeldt Rasmussen, Blikksmiðjan

Palli Haraldsen, Renovent

Sunniva Sólarris, Eysturlon

Marni Reinert Jacobsen, TN Bygging

Hjalmar Debes Joensen, Byggivirkið KBH

Ásmundur Poulsen, Kanjon

Tóra Knudsen, Salong Bylgjan,

Sarah Jensen, Karinsa

Rebekka Ósá Petersen, KÖTLUM

Jórun á Gravarbø, Evoke