Nú SKULU kvinnurnar inn

Startskotið til valstríðið hjá føroyskum kvinnum varð latið av í dag, tá Demokratia avdúkaði umfatandi kampanju, sum skal fáa fleiri kvinnur í politikk

Politisku flokkarnir sita sjálvir inni við lyklinum til at fáa fleiri kvinnur í politikk. Hetta var greiði boðskapurin frá Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í Demokratia, ella nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, á tíðindafundi í morgun.

- Flokkarnir mugu ásanna, at neyðugt er við einum áhaldandi og miðvísum arbeiði, vilja teir veruliga hava fleiri kvinnur upp í politikk.

Demokratia hevur í eina tíð fyrireikað eina stóra kampanju um alt landið, sum skal vekja ans og skapa kjak um, hví so fáar kvinnur eru í føroyskum politikki, og hvussu vit kunnu bøta um støðuna.

Í hesum sambandi boðaði nevndin til tíðindafundar í nýggja løgtingshúsinum í dag, har kunnað varð um tiltakið, sum vit fara at hoyra meira um komandi tíðina.

Á fundinum avdúkaði Eyðgunn Samuelsen nýtt og umfatandi lýsingarátak, sum millum annað fevnir um heimasíðu og litríkar plakatir og lýsingar. Harumframt vísti hon á, at í næstum er ætlanin at hava økisfundir kring landið og kvinnupolitisk tiltøk í Miðlahúsinum.


Fund við flokkarnir

Á fundinum greiddi Eyðgunn Samuelsen frá um, hvørjar ætlanir nevndin hevur framyvir, og hvat nevndin hevur gjørt í seinastuni.

Fundir hava verið við politisku flokkarnar um javnstøðuna innanfloks, herundir kynsbýtið í floksskipanini, javnstøðuátøk og líknandi.

- Flokkarnir mugu taka seg um reiggj nú, tí tað er ikki uppgávan hjá Demokratia, at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Tað krevur eitt støðugt arbeiði alla tíðina í flokkunum, fyri at økja um politiska áhugan hjá kvinnum. Demokratia hevur eisini staðið fyri Gallup-kanning um hugburðin hjá føroyingum til javnstøðu í politikki.


Hava sjálvir lykilin

Á fundunum við politisku flokkarnar um javnstøðuspurningin, hava ymsir viðkomandi spurningar verið uppi og vent. Prátað hevur verið um, hvussu javnstøðan er innanfloks, hvussu verður við uppstillingini, og hvørji javnstøðuátøk annars eru í væntu í flokkinum, eitt nú í sambandi við skipan av einum komandi landsstýri.

- Vit hava havt ein góðan dialog við flokkarnar, og teir hava sagt, at prátið hevur fingið teir at hugsa meira um javnstøðu.

Um støðuna í flokkunum, segði Eyðgunn Samuelsen, at allir ganga inn fyri javnstøðu, men ongin hevur nakra samlaða javnstøðuætlan. Kortini hava Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin sett ymisk tiltøk í verk innanhýsis, fyri at bøta um javnstøðuna. Viðvíkjandi kynsbýtinumí flokksskipanini var býtið í flokkunum soleiðis, at í Javnaðarflokkinum vóru 55 prosent kvinnur, í Tjóðveldinum 47 prosent, Fólkaflokkinum 18 prosent og í Sambandsflokkinum 17 prosent.

Demokratia kom eisini við nøkrum tilmælum til flokkarnar. Millum annað um at orða eina javnstøðuætlan fyri flokkin, og at seta ítøkilig mál. At arbeiða meira miðvíst við javnstøðu innanflokka og í sambandi við uppstilling. At arbeiða støðugt og allatíðina við at økja áhugan hjá kvinnum fyri politikki, og at greiða veljarunum frá, hvat teir vilja og virka fyri í samband við javnstøðu í samfelagnum sum heild.


Eykajáttan til kampanjuna

Ein afturvendandi trupulleiki hjá Demokratia hevur verið, at nevndin hevur ongar pengar at arbeiða við, hóast uppgávan hjá nevndini hevur verið rættiliga umfatandi.

- Útnorðurráðið mælti á sinni til, at løgtingið játtaði eina hálva millión árliga til virksemið. Higartil hava vit fingið 150 túsund fyrsta árið og 300 túsund næsta árið. So vit hava ikki ráð til at gera slíkar kampanjur uttan stuðul frá øðrum eisini, segði Eyðgunn Samuelsen.

Magni Laskáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var til staðar á tíðindafundinum. Hann segði við Sosialinum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er á veg niðan í tingið við einari umbøn um eykajáttan uppá 50 túsund krónur til kampanjuna hjá Demokratia. Spurdur, um hann mælir tinginum til at taka undir við eykajáttanini, sigur Magni Laksáfoss:

- Um vit skulu lata Demokratia eina eykajáttan, so skal tað vera nú, trý val eru í nánd.


--


Myndatekstur:

Nýggja heimasíðan hjá Demokratia er ein interaktiv síða, har ætlanin er, at fólk sjálvi skulu vera virkin. Eitt nú verða greinar og meiningar, kvinnan hendan mánaðin, orðaskifti, og møguleikar fyri at stuðla arbeiðinum við at fáa fleiri kvinnur í politikk. Síðan liggur á www.demokratia.fo




--


Fakta um Demokratia

Føroya løgting samtykti í 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og tað føroyska landsstýrið, um at seta eina nevnd, sum skal leggja tiltøk til rættis, fyri at bøta um kvinnuumboðanina í politikki. Tiltøkini skulu vera útbúgving, lýsingarátøk og útgávuvirksemi. Nevndin – sum nú eitur Demokratia - varð vald fyri 2006-2007 og fór til verka í august 2006.

Demokratia er sett saman av umboðum fyri allar politisku flokkarnar, kommunufeløgini, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya.


Limirnir eru:



Eyðgunn Samuelsen, forkv. (Javnaðarfl.)

Hans J. Hermansen (Sjálvstýrisfl.)

Sólfríð Fjallsbak (Tjóðveldi)

Rósa Samuelsen (Sambandsfl.)

Hjørdis H. Petersen (Miðfl.)

Inga Dahl (Fólkafl.)

Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag)

Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya)

Kári á Rógvi (Javnstøðunevndin)

Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya)