Tað hevur leingi verið ynski um at loyva lendisfarandi akførum teimum sonevndu ATVarunum - at koyra á almennum vegi. Nú verður tað gingið á møti.
Í dag er støðan hon, at lendisfarandi akfør kunnu bert koyra í bø og haga og á privatum øki.
Skal eitt lendisfarandi akfar flytast frá einum arbeiðsøki til eitt annað, ella bara fara tvørtur um ein veg, so krevst at eitt annað akfar flytur tað.
- Hetta ger tað torført og dýrt hjá serliga bóndum og seyðamonnum at nýta lendisfarandi akfør á ein nøktandi hátt, verður sagt úr Innlendismálaráðnum.
Víst verður á, at lendisfarandi akfør kunnu verða sera vandamikil, av tí at akfarið er tungt og at ferðeginleikarnir eru vánaligir. Haraftrat kann ferðin verða ógvuliga høg, heilt upp til 100 kilometrar um tíman.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum fegnast um broytingina.
- Eg fegnist um, at vit umsíðir kunnu fáa skipaði viðurskifti soleiðis, at lendisfarandi akfør kunnu koyra á almennum vegi í arbeiðsørindum.
- Her verða eisini tikin atlit fyri, at trygdin er í lagi, tá hesi akfør skulu út á almennan veg, sigur hann.
Uppskotið til hesa broytingina í ferðslulógini verður nú lagt fyri Løgtingið.