Nú sleppur Jacob Vestergaard at taka avgerðina einsamallur

Men hann skal gera tað eftir ávísum krøvum

Nú skal lógin um sjófeingi broytast og í hesum sambandi fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at leggja uppskotið fyri Løgtingið næstum. Uppskotið er nú sent avvarðandi pørtum til viðmerkingar.

Higartil hevur tað verið so, at Løgtingið hevur ásett talið á fiskidøgum við lóg á hvørjum árið, men eftir uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, fær landsstýrismaðurin á økinum heimild til at gera tað einsamallur.

Tað merkir, at uppgávan at áseta fiskidagarnar, verður løgd frá Løgtinginum til landsstýrismannin einsamallan, og sostatt verður tað afturvendandi orðaskiftið, sum var einaferð um árið, Í Løgtinginum, ikki longur.

Men landsstýrið sigur í eini fráboðan, at hóast Jacob Vestergaard fær heimilid at áseta fiskidagarnar sjálvur, fær hann ikki fríar ræsur, tí tað skal gerast eini serligari umsitingarætlan. Grundarlagið undir hesi umsitingarætlan verður tað uppskot, sum ein arbeiðsbólkur lat landsstýrismanninum í mai í fjør.

Somuleiðis er endamálið at opnir, føroyskt bygdir bátar, sum eru í bólki fimm í fiskidagaskipanini, skulu leggjast í ein bólk fyri seg.

Eftir sjófeingislógini skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu leingi veiðirættindini eru í gildi. Eftir uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, verða veiðirættindini longd eitt ár, og sostatt verða tey í gildi til 1. januar í 2033.