Fyri fyrstu ferð fer Sonni Ragnar Nattestad í dag fyri fyrstu ferð at umboða Føroyar í U-21 landsdysti. 19 ára gamli vágamaðurin verður í miðverjuni saman við Hørði Askham, sum er ein mánað yngri enn Sonni Ragnar Nattestad.
Síðsta árið hevur Sonni Ragnar Nattestad verið í Herning, har hann er sáttmálabundin í FC Midtjylland. Fyrsta árið hevur hann gingið á fótbóltsskíulanum og vant og spælt við unglingaliðnum. Nú er greitt, at sáttmálaskeiðið eisini fer at fevna um næsta árið, og tað er Sonni Ragnar Nattestad fegin um.
-Kappingin er hørð, og tað eydnast ikki hjá øllum teimum ungu spælarunum at halda fram í felagnum. Tí eri eg fegin um, at semja er um, at eg skal halda fram í felagnum. Umnstøðurnar eru góðar, og støðið í venjingunum er rættuliga høgt. Teir hava venjarar, sum serliga taka sær av eitt nú álopsspælinum og verjuspælinum, og teir hava venjarar, sum taka sær av teknisku smálutunum.
Hvat er næsta málið hjá tær?
-Tað er at vinna meg inn á liðið í superliguni. Tað eru nógvir verjuspælarar, sum kappast um plássini, men eg vóni, at tað næsta kappingarárið fer at eydnast hjá mær at spæla við á besta liðnum í hvussu so er nakrar ferðir, sigur Sonni Ragnar Nattestad, sum í dag fyri fyrstu ferð verður partur av føroyska U-21 landsliðnum.