Næstsíðsti møguleikin hjá B68

1.DEILD: Næstsíðsta umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin

Tað verður av álvara talt niður í næstbestu deildini.

Seinnapartin verður næstsíðsta umfar. Tá eiga fýra tey fremstu heimavøll.

Ósvaraði spurningurin er, um tað fer at eydnast B68 í tveimum teimum síðstu umførunum at lyfta seg fram á bronsuplássið, sum ber uppflyting við sær.

Í dag er B68 stórfavorittur á Svangaskarði ímóti B71.

Annað av liðunum, sum toftamenn stríðast fyri at fáa aftur, er KÍ. Tað hevur gingið sera striltið hjá klaksvíkingum nógvu tær seinastu ferðirnar. Í dag er KÍ stórfavorittur á heimavølli ímóti Suðringum.

 

Hitt liðið, sum toftamenn royna at fáa aftur, er NSÍ. Í dag eigur NSÍ heimavøll ímóti HB. Tá ið liðini í triðja umfari spældu við Løkin, vann NSÍ 1-0. Í Gundadali endaði tað 29. juni 3-3, tá ið HB hevði vitjan av NSÍ.

ÍF, sum hevur tryggjað sær uppflyting og gullkrónur, fer í dag at spæla á heimavølli fyri síðstu ferð í ár. Meðan ÍF hevur kós uppeftir, so bendir alt á, at mótstøðuliðið í dag, Giza Hoyvík, hevur kós niður í aðru deild. Um Giza Hoyvík ikki vinnur í Fuglafirði í dag, so verður niðurflytingin veruleiki.

 

Grannauppgerð verður á Skála, har Víkingur verður gestur. Víkingur er og verður nummar fimm. Skála er nummar sjey og kappast við HB og B71 um sætta plássið.

 

KÍ – Suðringar: Heini Viðoy kl. 15.00

ÍF – Giza Hoyvík: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

NSÍ – HB: Aron S. Vest kl. 15.00

B68 – B71: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Skála – Víkingur: Rúni Olsen kl. 15.00

 

ÍF

25

19

3

3

85

35

60

NSÍ

25

15

4

6

76

34

49

25

15

4

6

59

30

49

B68

25

15

3

7

57

34

48

Víkingur

25

11

3

11

41

43

36

HB

25

8

5

12

44

39

29

Skála

25

8

4

13

40

55

28

B71

25

9

1

15

43

61

28

Giza Hoyvík

25

6

5

14

32

45

23

Suðringar

25

1

4

20

16

117

7