7. oktober skulu Føroyar spæla tann fyrsta av trimum landsdystum í eina viku. Tað verður vinardystur á útivølli ímóti Danmark. Hann verður spældur í MCH Arenuni í Herning henda mikudagin klokkan 17 føroyska tíð.
Næstu dagarnar vera tveir dystir í Nations League. Tann fyri verður leygardagin 10. oktober á heimavølli ímóti Lettlandi, og tann seinni verður týsdagin 13. oktober á heimavølli ímóti Andorra.
Leygardagin 3. oktober verður fult umfar í landskappingini, og so fara landsliðsspælararnir at hugsavna seg um avbjóðingina á landsliðnum.
Inntil tá skulu føroysku fótbóltsfelagini spæla 23 dystir – 21 í landskappingini og tveir í Europa liguni. Tann fyrsti verður nú týskvøldið, tá ið meistararnir í KÍ skulu út á Skála. Tað er rættiliga tætt millum dystirnar hjá KÍ, sum næstu tríggjar vikurnar skal spæla seks dystir.
KÍ skal spæla ímóti Skála týsdagin, leygardagin skal KÍ spæla í Trongisvági ímóti TB, annað hóskvøld, 24. september, skal KÍ spæla Europadyst á Tórsvølli, sunnudagin 27. september fær KÍ vitjan av AB, mikudagin 30. september fær KÍ vitjan av B36, og leygardagin 3. oktober skulu klaksvíkingar spæla ímóti Víkingi í Sarpugerði.
Í gjár vóru tveir nýggir spælarar á liðnum hjá KÍ, sum vann 2-1 á heimavølli ímóti HB, og tað kann fara at vísa seg næstu vikurnar, at tað fer at vera brúk fyri nógvum spælarum.
So er at vóna, at allir spælararnir, sum Håkan Ericson fer at senda boð eftir, verða tøkir, tá ið landsliðið fer til Danmarkar og Herning.
Hvussu veðrið fer at roynast næstu vikurnar, og hvussu tað skal verða, um tað verður neyðugt at útseta onkran dystin, er at vóna ikki verður aktuellur spurningur.
KÍ – HB 2-1 (0-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð 49.
2-0: Páll A. Klettskarð 55.
2-1: Mikkel Dahl 75.
NSÍ – B36 4-2 (3-0)
1-0: Petur Knudsen 34.
2-0: Sjálvmál 36.
3-0: Klæmint A. Olsen br 41.
4-0: Petur Knudsen 59.
4-1: Ragnar Samuelsen 67.
4-2: Sjálvmál 70.
EB/Streymur – Víkingur 2-3 (1-0)
1-0: Niklas T. Kruse 38.
1-1: Sølvi Vatnhamar br 55.
2-1: Rói H. Olsen 62.
2-2: Finnur Justinussen 82.
2-3: Finnur Justinussen 94.
AB – TB 0-3 (0-2)
0-1: Filip Obadovic 1.
0-2: Poul Ingason 11.
0-3: Filip Obadovic 57.
HB | 18 | 15 | 1 | 2 | 53 | 14 | 46 |
KÍ | 18 | 14 | 2 | 2 | 57 | 18 | 44 |
NSÍ | 18 | 12 | 2 | 4 | 34 | 14 | 38 |
B36 | 17 | 12 | 1 | 4 | 51 | 24 | 37 |
Víkingur | 19 | 11 | 2 | 6 | 39 | 28 | 35 |
ÍF | 18 | 6 | 2 | 10 | 20 | 36 | 20 |
EB/Streymur | 19 | 6 | 1 | 12 | 16 | 40 | 19 |
TB | 19 | 3 | 4 | 12 | 14 | 27 | 13 |
AB | 19 | 0 | 7 | 12 | 12 | 55 | 7 |
Skála | 17 | 0 | 2 | 15 | 9 | 49 | 2 |
Týsdagin 15. september
Skála – KÍ
Mikudagin 16. september
Europa League
B36 – The New Saints
Leygardagin 19. september
TB – KÍ
Sunnudagin 20. september
Víkingur – Skála
NSÍ – EB/Streymur
HB – ÍF
B36 – AB
Mikudagin 23. september
Víkingur – AB
Skála – ÍF
EB/Streymur – HB
TB – NSÍ
Hósdagin 24. september
Europa League
KÍ – Connah´s Quay/Dinamo Tbilisi
Sunnudagin 27. september
KÍ – AB
ÍF – EB/Streymur
NSÍ – Skála
B36 – HB
TB – Víkingur
Mikudagin 30. september
KÍ – B36
Leygardagin 3. oktober
Víkingur – KÍ
EB/Streymur – B36
HB - Skála
AB – NSÍ
TB - ÍF