Miðskeiðis í oktober hýsir Norðurlandahúsið 15. árið á rað jazz-, fólka- og bluesfestivalinum. Í fjør fluttu fyrireikararnir festivalin frá august til oktober og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot. Líka síðani byrjan hevur festivalurin verið í august, men seinnu árini hava so nógv tiltøk verið hesa tíðina, at færri hava vitjað á festivalinum.
Tað er Brandur Øssursson, sum øll hesi árini hevur fyrireikað festivalin saman við dananum Poul Jørgensen. Og aftur í ár eru áhugaverd nøvn á skránni. Umframt góðan føroyskan jazz verður nýggi sangfuglurin Sigrid Rasmussen, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg í Noregi bæði sum solistur og saman við bólkinum Grace, at hoyra. Hon verður solistur á gospelkonsertini saman við føroyska gospelkórinum United Voices.
Nógvur góður tónleikur verður at hoyra aðra staðni frá. Úr Svøríki kemur Elise Einarsdóttir Ensamble, úr Finnlandi Pekka Phojola kvartettin, úr Íslandi Trio Olaf Stephensen og teir báðir Niels Henning Ørsted Pedersen og Ulf Vakenius úr ávikavist Danmark og Svøríki framføra eisini. Bjørn Eidsvåg úr Noregi og Juaaka Lyberth úr Grønlandi eru stóru vísunøvnini fyrsta dagin á festivalinum, og Allan Olsen úr Danmark hevur guitarina við og endar festivalin við einum braki.
Til festivalin hoyrir sum altíð ein plakat og hesa ferð er tað Kári Svenson, listamaður, sum hevur gjørt hana. Hon er litføgur og ætlan hansara við plakatini er at siga eitt sindur um jazzsøgu. Heitu litirnir boða frá Hot-jazz tíðini og "cool" koloritið sigur frá nýggjari jazzi.
Seinastu 14 festivalarnar hava ikki færri enn 2300 tónleikarar og listafólk verið við til at skapa eitt jazzumhvørvi, sum hevur sett síni spor í tónleikalívið í Føroyum. Í løtuni eru 4-5 virknir jazzbólkar í Føroyum, eitt Stórband við yrkistónleikarum og eitt stórband við 16 ungum í aldrinum 12-16 ár, sum spæla Basie-swing og jazzrock repertoire.