18. til 24. februar vera Torradagar hildnir í Klaksvík. Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna at seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív, ið annars er og hevur verið har.
- Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur hendan vinna skapt grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur – Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Í ár er Spinnaríið fyri ein stóran part karmur um tiltøkini á Torradøgunum, men eisini Miðhøllin á Skúlatrøð, Posthúskjallarin, Gamla Seglhúsið, Miðstovan og Spaniastova.
Sí skránna her: Torradagar 2019