FRAMSÝNING
Í døgunum 29. juni til 7. juli sýnir Erik Haagemannn fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin hevur fingið heitið ?Nú summar er í dag?. Við á framsýningini eru 23 oljumálningar, har meginparturin er føroysk myndaevni.
Erik Haagemann er hálvur føroyingur. Føroyska ættin er av Tvøroyri. Hann hevur málað í nógv ár og sýnt fram bæði Danmark og í Føroyum. Eitt nú hevur hann teknað til bók um stuttleikaparkina Tivoli. Umframt lesur hann listasøgu, sum eisini gevur honum íblástur til egna list. Erik leggur seg eftir at einfaldgera myndaevnini, bæði viðvíkjandi geometriskum formum og litspæli, sum hann setir upp ímóti hvør øðrum. Tað náttúruvakra, tað góðvarna og tað romantiska spælir ein høvuðsleiklut í myndaevnunum, sum verða upplivaðir sum friðsælt huglag.
Framsýningin hjá Erik Haagemann letur upp 29. juni kl. 15 og opið er dagarnar millum kl. 14 og 19.