Nýta 30,6 milliónir krónur til íløgur

Sunda kommuna ætlar at nýta 30,6 milliónir krónur til íløgur í 2020. Inntøkurnar vera væntandi 89,5 milliónir krónur og raksturin 70,7 milliónir krónur

 

Mánakvøldið skal býráðið í Sunda kommunu hyggja eftir fíggjarætlanin fyri komandi ár.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 23. september viðgjørt fíggjarætlanina.

Íløgurnar vera sum sagt 30,6 milliónir krónur. Skúlin við Streymin og Ítróttarhúsið og umstøðurnar kring vøllin við Margáir í Streymnesi hava fylt nokk so fitt av íløgunum seinnu árini. Nokk so stórur partur av íløgunum fyri 2020 fara til Skúlan við Streymin, ið eftir ætlan skal vera liðugur og klárur at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina komandi ár.
Skattaprosent, barnafrádráttur og dagsstovnapláss verða óbroytt.

Skattaprosentið verður 21,5%, barnafrádrátturin 5.000 krónur, vøggustovupláss 1.995 krónur, barnagarðspláss 1.600 krónur, frítíðarskúli 950 krónur. Systkinnaavsláttur: fyri barn nummar tvey er avsláttur 25% og fyri nummar trý og fleiri er dagsstovnaplássið ókeypis.

Fíggjarætlanin skal hava tvær viðgerðir í býráðnum við minst 14 daga millumrúmi. Fíggjarætlanin skal vera samtykt áðrenn 1. desember. Uppskotið verður ætlandi viðgjørt á býráðsfundunum 28. oktober og 25. november.