Í apríl mánaði lógu gjaldskortini djúpri í lummunum á føroyingum enn hinar mánaðirnar í ár.
Talið av gjaldingum er fallið góð 25 prosent í mun til mars mánað, úr 1,008 millión niður í 755 túsund gjaldingar við gjaldskorti.
Verður apríl mánaði samanborin við apríl 2009, tá talið av gjaldingum var 831 túsund, er afturgongdin 9,1 prosent.
Samstundis er samlaða upphæddin, keypt hevur verið fyri, eisini minkað nógv, úr 321 milliónum krónum, niður í 255 milliónir krónur.
Samanborið við apríl mánað í 2009 er samlaða upphæddin, keypt hevur verið fyri, 8,1 prosent minni.
Men hóast bæði talið av gjaldingum og samlaða upphæddin minkaðu, samanborið við árið fyri, so vaks meðalupphæddin á hvørjari gjalding við gjaldskorti við fýra krónum ? úr 334 krónum upp í 338 krónur.
Í mars mánaði í ár var stórur vøsktur í gjaldingunum í mun til árið fyri, og í apríl er minkingin næstan samsvarandi. Orsøkin til hetta er helst at finna í, at páskirnar lógu nakað fyrrí ár enn í fjør, í tí varð nakað av tí eykanýtsluni, sum er um páskini, flutt frá apríl til mars.