Nýútbúgvin skulu ikki í ALS

HUXA
....

Vit í HUXA halda, at ný­út­búgvin eru ein stórur og ein sterkur samfelagsbólkur. Tey skulu bera og menna Før­oyska samfelagið framá. ALS er ein trygging, til tey, ið hava havt eina fasta inntøku, og missa arbeiðið. Hetta er ein útsettur samfelagsbólkur – tað eru tey nýútbúnu ikki á sama hátt.
Jenis av Rana førdi fram í KVF leygardagin, at nýút­búgvin skulu sleppa upp í ALS, meðan tey flyta heim og søkja arbeiði. Tey skulu hava rætt til kr. 14.144,- í útgjaldi um mánaðin.
Javnaðarflokkurin hevur eisini meldað út, at hann stuðl­ar eini tílíkari skipan.
Hetta skal venda fráflyt­ing til tilflyting.
Vit í HUXA stuðla fultút at fáa vent rákinum, men vit halda, at hetta er skeivur máti at fara fram.
Heldur enn at taka nýút­búgvin upp í ALS, kundu tey hildið fram við at fingið somu upphædd, sum tey fingu í studningi, meðan tey vórðu undir útbúgving.
Tað kann so verða útgoldið frá Studna ella aðrari skipan, men samstundis skuldi tað verið peningur, tey skuldu rinda aftur, tá tey fáa ar­beiðs­inntøku.
Uppskotið hjá Mið- og Javnaðarflokkinum kann gera, at nógv heldur vilja hava 14.000 kr frá ALS enn at taka eitt ófaklært arbeiði, ið kanska gevur áleið somu løn.
Tað halda vit í HUXA ikki er rætt.
Arbeiðarar eiga ALS
Vit halda, tað er sosialpolitiskt og moralskt skeivt, at fólk, ið ikki hava goldið inn í ALS skipanina, skulu fáa pening úr henni.
Tey eiga ALS, ið hava goldið inní fleiri ár og møgu­liga fáa brúk fyri stuðli seinni. Arbeiðarar hava gold­­ið inn, og tískil eiga ar­beiðarar skipanina – ikki ný­út­búgvin.
ALS inngjaldið hevur eitt hámark á 6500 krón­ur um árið. Hetta merkir, at uppskotið hjá Javnaðar­flokkinum, ger at lág- og miðalløntu lutfalsliga gjalda tann størsta partin fyri at nýútbúgvin skulu fáa ALS útgjald. Javnaðarflokkurin vil javna frá lág- og miðal­løntum til komandi háløntar akademikarar.
Hjálp til sjálvhjálp
Nýútbúgvin skulu sleppa at skráseta seg á starvsportalin hjá ALS. Hetta skal hjálpa teimum at koma skjótari út á arbeiðsmarknaðin eftir lok­nan lestur.
Sum ein liður í at fáa fólk heim skuldi mann held­ur lagt seg eftir at sett skipanir í verk, ið gera tað smidligt og lætt hjá fólki at fáa arbeiðsroyndir. Tað skuldu verið skipanir í flestu økjum, so flest øll kunnu fáa viðkomandi royndir eftir útbúgving.