ÚTISETAMEISTARI
Todi Jónsson skrivaði leygardagin enn eitt blað í føroyskari fótbóltssøgu. Saman við liðfeløgunum í FCK var hann við til at vinna triðja DM heitið í fýra ár. DM heitið hevði eisini við sær, at FCK vann the double. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at ein føroyskur fótbóltsspælari var við til at vinna the double aðra staðni enn í Føroyum.
Todi Jónsson hevði roknað við, at hann fór at vera á beinkinum, tá ið FCK spældi í Farum ímóti FCN, og soleiðis var tað eisini. Í FCK álopinum vóru Jesper Bech og Álvaro Santos, sum Todi loysti av heilt stutt undan leikloki.
- Eg kann einki siga til, at teir báðir fingu møguleikan, og avrikini hjá teimum vístu, at teir vóru verdugir at spæla, staðfestir Todi Jónsson.
FCK vann 4-2 í Farum. Ivi var ongantíð um, hvat liðið var betri. Men í FCK vóru teir løtuna undan steðginum skelkaðir, tá ið FCN burturúr ongum megnaði at svara aftur til 2-2. Í 2. hálvleiki skoraði FCK tvær ferðir, og so vóru Todi og liðfelagarnir heiðraðir bæði á vøllinum í Farum og í Tivoli.
FCM málini hesa ferð vóru frágera góð. Álvaro Santos syrgdi sjálvur fyri 1-0. Hann smoygdi sær millum fleiri mótstøðumenn, slapp leysur við málverjanum og var púra kaldur, tá ið hann setti framvið honum. Jesper Bech økti til 2-0- Eftir framúr neyva og langa sending frá vongverjanum í vinstru, Peter Christiansen, lyfti hann bóltin upp um FCN málverjan. Morten Bisgaard legði FCK framum 3-2 við fínum frísparki úr vinstru, og Jesper Bech staðfesti til 4-2 við vakrasta málinum av øllum, tá ið hann uttanvert brotsteigarmarkið og við vinstra beini úr eitt sindur til høgru smekkaði bóltin upp í handara krókin.
Brynja seg
Stóra málið hjá FCK er nú at sleppa upp í part í bólkaspælinum í Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Tvær tær fyrstu ferðirnar hevur tað ikki riggað. Í fjør kiksaði tað so at siga á strikuni. Eftir at FCK við minnisríka málinum hjá Toda Jónsson í Glasgow hevði megnað 1-1 á útivølli ímóti Rangers, taptu teir á heimavølli.
Í danska fótbóltsheiminum verður mett, at um lutakastið verður heppið, so kunnu teir í FCK kanska sleppa upp í part. Men tað verður torført. Heppið lutakast siga teir í hesum førinum vil siga, at FCK fær eitt nú norska Rosenborg sum mótstøðulið. Men tað eru góðir møguleikar fyri, at FCK skal spæla ímóti eitt nú Manchester United og Liverpool og italskum feløgum, sum avgjørt verða favorittar ímóti FCK.
Í Danmark verður sagt, at FCK hevur ætlanir um í summar at keypa tveir spælarar. Ein verjuspælara og ein miðvallara. Í álopinum verður roknað við, at FCK er nóg væl fyri. Tað hevur ljóðað, at FCK roynir at selja Sibusisu Zuma, men hetta segði leiðslan í felagnum seg í vikuskiftinum ikki kenna nakað til. Tað er kortini einki loyndarmál, at Zuma leingi hevur viljað sloppið at roynt seg aðra staðni, har tað eru fleiri pengar enn í donskum fótbólti.
Tað er rættuliga ivasamt, um Morten Bisgaard fer at halda fram í felagnum. Miðvallarin verður sáttmálaleysur í summar, og nú vil hann sleppa aðra staðni. Hann hevur áður verið í Italia, og um hann nú beinanvegin ikki fer av aftur landinum, so hóttur stór skattarokning, vita donsku miðlarnir at siga.
Nýggj avbjóðing
Todi Jónsson hevur verið við í meiri enn helminginum av teimum 33 umførunum í landskappingini, sum tað varð farið undir á Ólavsøku í fjør. Í fyrstu umførunum og í innleiðandi umførunum til Europa Cup var hann rættuliga eyðsýndur og kanska roknaður sum fremsti álopsspælarin av øllum. Síðst í september varð hann skaddur, og skaðin var so mikið treiskur, at Todi ikki slapp upp í part aftur fyrrenn seint í vár, og hann vann sær ongantíð pláss aftur millum teir bestu.
- Hinir álopsspælararnir hava staðið seg framúr væl. Tí hevur tað verið torført hjá mær at sleppa framat, og tað hevur aftur havt við sær, at eg ikki eri komin í røttu dystarvenjingina í vár. Men eg havi gott mót. Eg rokni framvegis við, at eg havi førleika at kappast við hinar um tey bæði plássini í álopinum, sigur Todi Jónsson. Hann og liðfelagarnir í FCK halda frí inntil 24. juni. Tá fara teir at fyrireika seg til nýggja kappingarárið og stóru avbjóðingina í Europa Cup. Í fyrireikingartíðini skulu teir eitt nú spæla í Klaksvík 5. juli og í Gundadali ímóti HB 7. juli.