Tað eru ikki bara ungir skúlanæmingar, sum veruliga hava tikið SMS-boðini til sín. Eisini tey deyvu hava varnast henda nýggja samskiftishátt og brúka hann nógv.
Maria Ellefsen er deyv og er eisini formaður í Deyvafelagnum. Hon hevur havt fartelefon í næstan eitt ár, og hon sigur, at síðan hon fekk henda møguleikan, er hennara persónliga frælsi økt nógv.
? Eg kann nú í størri mun velja sjálv, hvønn eg seti meg í samband við, og hvønn eg vil samskifta við. Sum deyvur hevur tú ikki altíð so stóra ávirkan á slík viðurskifti. Eg kenni meg ikki so bundna at øðrum longur, sigur Maria.
Fyrr var tað ofta so, at onkur mátti ringja fyri Mariu, tá hon skuldi seta seg í samband við onkran vin ella arbeiðsfelaga. Hesum ræður hon meira sjálv yvir nú enn áður.
? Ofta var eg noydd at brúka foreldrini sum millumlið, tá eg skuldi lata boð frá mær, og tað er ein stórur lætti at sleppa frá hesum. Nú sendi eg boðini beinleiðis til viðkomandi við telefonini. Soleiðis kann eg hava mítt privatlív privat, leggur Maria læandi afturat.
Gongur skjótari fyri seg
Munurin er eisini hann, at tað gongur skjótari at fáa samband við vinirnar við at senda eitt skrivligt boð.
? Um okkurt hendir brádliga, so kann eg skjótari lata boð frá mær ella fáa boð frá onkrum øðrum. Nakað so einfalt sum at biðja um ein hýruvogn var heldur torførari fyrr, men nú gongur tað skjótari og lættari, tí eg kann senda boð eftir einum hýruvogni við fartelefonini, sigur Maria.
Hesin nýggi samskiftishátturin hevur eisini tað við sær, at tey deyvu kunnu hava samband við nógv fleiri fólk, og tí er tað lættari at fáa nýggjar vinir, sum ofta er torførari hjá deyvum.
Maria heldur tað ver a serliga stuttligt at hava samband við vinir, sum eru staddir langt burturi.
Hent hjálpitól
Ein fartelefon er eitt hjálpitól hjá deyvum, eins og ein koyristólur er tað hjá einum lamnum. Og teir flestu limirnir í Deyvafelagnum hava eisini fartelefon. Maria sigur, at av teimum tredivu limunum í felagnum kunnu teir teljast á einari hond, sum ikki hava fartelefon. Hetta vísir undirtøkuna, heldur Maria.
Sum formaður í Deyvafelagnum hevur Maria brúk fyri at kunna senda boð til allar limirnar, og at boðini koma fram nakað skjótt.
Maria arbeiðir eisini sum lærari á Kvøldskúlanum. Hon skal tí allatíðina kunna samskifta við næmingarnar hjá sær.
? Í mínum arbeiði bæði sum lærari og formaður hevur tað verið ógvuliga hent at hava eina fartelefon. Um eg skal siga okkurt við limirnar ella næmingarnar, so kann eg skjótt fáa boðini runt til øll, sigur Maria.
Deyv samband við hoyrandi
Tað kann ofta vera torført hjá deyvum at fáa samband við hoyrandi, sum ikki duga teknmál.
? Við fartelefonini hava vit deyvu størri møguleika at seta okkum í samband við hoyrandi fólk, sum vit annars ikki kundu áðrenn, sigur Maria.
Maria leggur afturat, at telefonrokningin verður kanska nakað høg, tá hon sendir so nógv boð, men tá tey deyvu als ikki brúka telefonina at tosa við, so javnar tað seg nakað.
Tað vísir seg ofta, at tey eldru hava torført við at venja seg við nakað nýtt, men á Deyvahúsinum siga tey, at hesi at byrja við ikki vildu vita av fartelefonunum, men nú sita tey eisini og skriva við henni.
Maria heldur, at fartelefonin nú verður meira brúkt enn at senda teldupost, sum eisini var eitt stórt frambrot, tá tað kom fram.