Lagið var gott í NSÍ ferðalagnum, sum leygardagin fór úr Vágum, og sunnukvøldið ella tíðliga mánamorgunin, tá ið ferðalagið var komið til Tbilisi í Georgia var lagið uppaftur betri.
Hóskvøldið vann NSÍ týdningarmiklan landskappingardyst ímóti HB, og sunnudagin tóku meistararnir enn eitt fet ímóti oddasessinum, tá ið B36 vann ímóti oddaliðnum EB/Streymi.
NSÍ ferðalagið gisti í Keypmannahavn sunnunáttina. Fyrrapartin sunnudagin varð flogið til Riga, har føroyska ferðalagið bíðaði til tíðliga á kvøldinum. So varð flogið til Georgia, har NSÍ í morgin klokkan 18 lokala tíð, sum er klokkan 16 føroyska tíð fyri fyrstu ferð nakrantíð skal royna seg í undanumfarinum í europeisku meistarakappingini.
Úr Georgia verður sagt, at gistingarhúsið er gott, og at umstøðurnar annars eru so øðrvísi, sum tað varð roknað við. Hitastigini eru omanfyri tredivu, og tá ið dysturin verður spældur klokkan 18 lokala tíð, verður tað strævið hjá NSÍ.
NSÍ ferðalagið í Georgia er ikki stórt. Har eru fjúrtan spælarar og so nakrir fáir hjálparar. Venjarin, Johan Nielsen, er ikki við í Georgia, so tað er Pauli Poulsen, hjálparvenjari, ið hevur ábyrgdina av liðnum. Nýggi vongverjin, Jónas Tór Næs, er orsaka av skaða ikki við.
Spælararnir eru hesir: Tórður Thomsen, Aco Pandurovic, Filip Jacobsen, Einar Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic, Sjúrður Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Karoly Potemkin og Øssur Dalbúð.
Dygg mótstøða
FC Dinamo Tbilisi er ivaleysa sterkt mótstøðulið hjá NSÍ, eisini hóast teir eru í summarfrí frá landskappingini. NSÍ heimasíðan veit at siga, at liðið júst nú hevur verið á venjingarlegu í Týsklandi.
Á liðnum eru nógvir spælarar, sum hava altjóða royndir. Tveir landsliðsspælarar úr Gabon eru við, og fleiri, sum hava spælt á georgiska landsliðnum. Tá ið Georgia 31. mai tapti 2-0 ímóti Portugal, átti FC Dinamo Tbilisi tveir spælarar á liðnum. Tá ið U21 landsliðið 25. mars vann 4-0 á Litava, vóru tveir spælarar úr felagnum á liðnum. Hesir eru nú báðir í a-landsliðshópinum. Umframt hesar hava tríggir aðrir áður verið á landsliðnum.
FC Dinamo Tbilisi vann meistaraskapin rættiliga sannførandi. Teir taptu bara tveir dystir, spældu ein javnan og vunnu hinar 23. Við kappingarlok vóru teir tíggju stig frammanfyri nummar tvey. Síðani Sovjetsamveldið datt sundur, hava teir í Georgia skipað fyri sínari egnu landskapping. Hon hevur verið síðani 1990, og FC Dinamo Tbilisi hevur verið meistari tíggju ferðir!
Í altjóða høpi var tindurin, tá ið FC Dinamo Tbilisi í 1981 vann finaluna í kappingini fyri europeiskar steypavinnarar.