Heldur óvæntað valdi Zinedine Zidane at leggja frá sær sum venjari hjá Real Madrid, bara fáar dagar eftir at felagið vann Champions League fyri triðju ferð upp í slag. Síðani hevur felagið roynt eftir venjarnum sum Mauricio Pochettino (Tottenham) og Massimiliano Allegri (Juventus).
Fyrrnevndi hevur langtíðarsáttmála við Tottenham, meðan Massimiliano Allegri skal hava takkað nei til eitt tilboð frá Real Madrid. Nýtt boð upp á komandi venjara hjá Real Madrid er Antonio Conte, venjari hjá Chelsea.
Tað er ongin loyna, at hann havt tað trupult í Chelsea hetta kappingarárið, eftir at hann í fyrsta kappingarárinum vann Premier League. Nú skrivar bretskir miðlar sum Dailymail, at fyrrverandi italski landsliðsvenjarin er besta boðið upp á nýggjan venjara í Real Madrid.
Nógvar søgur eru spælarar hjá Real Madrid í løtuni. Gareth Bale verður settur í samband við Tottenham og serliga Manchester United, meðan Cristiano Ronaldo skal vera ónøgdur við lønina í felagnum. Hartil ganga søgur um, at felagið arbeiðir við at fáa Neymar Jr, men tað er ein søga sum eigarin í Paris Saint-Germain hevur avsannað.