Demenstoymið er nú mannað av nýggjum. Undanfarna demenstoymi í Heilsu- og umsorganartænastuni hevur verið til verka í eitt ár og hevur skipað fyri undirvísing í demens í fleiri umførum fyri øllum starvsfólkum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Demenssamskipararnir, sum hava mannað dugnaliga demenstoymið, eru Ann-Mari Jensen, Jonna á Sondum Estbú, Súsanna í Soylu, Barbara S. Djurhuus og Poula Sørensen. Endamálið hevur verið at geva starvsfólki eina grundleggjandi vitan um sjúkuna demens og samskifti. Afturmeldingarnar frá undirvísingini hava verið sera jaligar.
Demenssamskipararnir Súsanna í Soylu og Ann- Mari Jensen halda fram í toyminum og nýggja demenstoymið er harumframt mannað við Herborg Petursdóttir, Elsebeth Bolstad og Annu Petru Winther. Tær fara til verka í oktobur og sita í eitt ár í toyminum.
Á myndini, frá vinstru: Anna Petra Winther, Jónvør Christiansen, Ann-Mari Jensen, Herborg Petursdóttir, Maiken Olsen. Húkandi: Súsanna í Soylu og Elsebeth Bolstad.