Í gjár varð FM í inniróðri hildið í høllini á Skúlanum við løgmannabreyt og róð var í øllum aldurs- og vektbólkum. Liðkappingin er sum vera man hæddarpunktið á degnum, men fyri kappróðraráhuga var nógv annað sjálvsagt at gleða seg um, millum annað eitt nýtt føroyskt met.
Vanligt hevur verið at liðkappingin er skipa so at øll rógva ímóti øllum. Liðkappingin var í ár skipa á annan hátt enn undanfarnu árini. Her vóru nú tríggir bólkar; menn, kvinnur og yngri enn 18. Í bólkinum yngri enn 18, róðu gentur og dreingir hvør í móti ella saman við øðrum. Hendan bólkin vann Fípan Fagra Dreingir við tíðini 11:25,0.
Hjá monnum vóru fýra manningar, og her vann Havnarbáturin B klárt. Tó var kappingin millum Drekan Reyða og Norðingar, um annað plássi sera spennandi. Hóðast Jákup K. Hansen av Drekanum Reyða hevði hála seg heilt tætt at Norðingum, megnaði Jón Petersen at halda honum aftanfyri og Norðingar fóru tí avstað við silvurinum, bara 3/10 partar av einum sekundi frammanfyri Drekan Reyða.
Eins og í uttandura kappróðri vóru kvinnurnar umborð á Rádna sannførandi og vunnu kappingina við 10:14,2, gott nýggju sekund betur enn Jallurin á øðrum plássi og 22 sekund betur enn Sølmundur á triðja.
Serliga spennandi var kappingin í opnum bólki tungvekt hjá mannfólki. Ikki tí spenningur skuldi vera um fyrsta plássið, men tí Kem Weihe aftur í ár skuldi royna at rógva skjótari enn seks minuttir sum tann fyrsti nakrantíð í Føroyum.
Sum kunnugt hevur danski landsliðsrógvarin, føroyingurin Sverri Nielsen danskt met við tíðini 5:47,9, men hetta telur ikki sum føroysk tíð, tí Sverri Nielsen rør fyri danska landsliðið. Kem Weihe royndi eisini at rógva undir seks minuttir í fjør men var júst ov stuttur. Í ár bragdaði so, og kom hann á mál við tíðini 5:59,9.
101 rógvarar vóru til kappingina í høllini í Skúlanum við løgmannabreyt, heili 30 fleiri enn undanfarna ár, og má hetta vera ein góð mynd uppá góðu gongdina innan føroyskan kappróður seinastu árini.