Flogbóltur
Flogbóltskappingin í Danmark byrjaði um vikuskiftið. Her hevur føroyski áhugin seinnu árini serliga verið í Holte, har Bárður Bendix Mikkelsen hevur verið partur av liðnum, sum hevur verið við í oddastíðnum, og sum eisini vann steypakappingina í fjør.
Mist nógv
Í ár hevur felagið eisini fingið enn eitt føroyskt ískoyti, og er tað Ragnar í Haraldsstovu, sum nú er komin afturat Bárði.
Hinvegin hevur felagið mist fleiri av leikarunum frá í fjør, og tí verður talan helst um eitt yvirgangsár, har nýggir og ungir leikarar skulu spælast inn á liðið.
Hetta var eisini sjónligt, tá Holte var á vitjan hjá Marienlyst Volley í Odense. Marienlyst er millum favorittarnar í ár, og tó at Holte gjørdi góða mótstøðu, so endaðai alt við einum tryggum 3-0 sigri til vertirnar.
Dysturin var annars nummar 100 hjá Bárði í bestu donsku deildini, og í ár er líkt til, at hann eisini fer at fáa møguleikan at umboða felagið í altjóða høpi. Her hevur trupulleikin annars verið, at holte ikki vilja goldið fyri at fáa spæliloyvið til Europa-Cup dystirnar, men tann forðingin er so burtur nú, og tí verður Bárður væntandi við, tá Holte seinast í mánaðinum fer til Letlands, har 2. umfar av Top Teams Cup er á skránni.