Nýtt met á 12 pílum

Magnus Andreasen setti nýtt met fyri børn í Compound, og Jógvan Niclassen tangeraði føroyska metið hjá vaksnum. Hartil vórðu ikki færri enn 10 persónlig met, tá Ørvur skipaði fyri kapping í bogaskjóting

Bogaskjóting

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kappingum fyri børn og vaksin. Leygardagin skutu børnini 12 metur og sunnudagin skutu tey vaksnu 18 metur.

Børn
Sum tað plagar at vera í byrjanini av vetrar hálvuni, so var ikki fult teknað til kappingina. Serliga var tað í compound bólkinum, at fáir luttakarar vóru.
Eftir lítlan steðg varð farið undir finaluskjóting
Innleiðandi úrslitini í recurve: Nikkel Petersen, Ørvur, (248+243) 491 stig, nr. 2 Alexandur Jensen, Ørvur, (206+236) 442 stig og nr. 3 Rógvi Larsen, Tambar, (212+225) 437 stig.
1/8 finalur: Tummas Eidesgaard, Ørvur, og Martin í Brekkunum, Tambar, 61-42. Rani Joensen og Sirið Rein, bæði Tambar, 90-64. Torkil á Kletti og Páll í Baianstovu, báðir úr Tambar, 75-47.
¼-finalur: Nikkel og Tummas 99-95, Bogi Andreasen, Vágaskot, og Hallur Mortensen, Tambar, 92-73, Rógvi og Rani 94-63 og Torkil og Alexandur 77-93.
½-finalur: Nikkel og Bogi 103-92 og Rógvi og Alexandur 90-85.
Dysturin um triðja plássið var millum Boga og Alexandur og endaði 80-102.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Nikkel og Rógva var sera javnur, men í triðja umfari tók Nikkel nøkur avgerandi stig og vann dystin 95-91.
Innleiðandi úrslit í compound: Magnus Andreassen (279+280) 559 stig, nr. 2 Kaj Johannesen (273+281) og nr. 3 Helgi Lamhauge (237+252) 489 stig. Allir úr Ørvi.
½-finala: Kaj og Helgi 109-105.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Magnus og Kaj, her var eisini sera javnt. Tá farið varð undir seinasta umfar stóð á jøvnum. Ein pílur hjá magnus var ivasamur og skuldi dómari til at avgera, hvussu nógv stig hann skuldi hava fyri hann. Dómarin dømdi pílin til 10 og viðførdi hetta, at úrslitið av dystinum var, at Magnus vann 113-112. Við 113 stigum setti Magnus nýtt føroyskt met fyri 12 pílar.
Umframt hetta metið, blivu sett 5 persónlig met.

Vaksin
Luttakaratalið hesaferð var høgt, hóast nakrir av teimum skjúttunum, sum vanliga luttaka, ikki luttóku. Í compound bólkinum vóru 7 luttakarar og í recurve vóru 11 luttakarar. Eisini her var kappingin býtt í innleiðandi umfar og finaluumfør.
Innleiðandi úrslitini í recurve: Annika Vang (269+272) 541 stig og tangering av føroyska metinum fyri kvinnur, nr. 2 Hans Petur Højgaard (260+269) 529 stig og nr. 3 Rógvi Mohr (254+263) 517 stig, øll úr Ørvi.
1/8-finalur: Jastrid M. Jensen, Tambar, og Tórhallur Simonsen, Vágaskot, 92-88. Sjúrður Rein, Tambar, og Jógvan “Eggaba” Andreasen, Vágaskot, 94-87. Øssur Hansen, Vágaskot, og Rakul Dam, Tambar, 96-100.
¼-finalur: Annika og Jastrid 109-100, Tórfinn Hansen og Bogi Ákason, báðir Vágaskot, 91-95, Rógvi og Sjúrður 93-93 og umskjótingin endaði 8-10, Rakul og Hans Petur 86-108.
½-finalur: Annika og Bogi 101-100, og Sjúrður og Hans Petur 86-112. Við 112 stigum setti Hans Petur nýtt føroyskt met fyri 12 pílar.
Dysturin um triðja plássið var millum Boga og Sjúrð og endaði 78-84.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Anniku og Hans Petur og endaði 94-110.
Innleiðandi úrslitini í compound: Jógvan Niclasen, Tambar, (284+280) 564 stig, nr. 2 Per Holm Andersen, Ørvur, (280+277) 557 stig og nr. 3 Schandorff Vang, Ørvur (278+278) 556 stig.
¼-finalur: Magnus Andreassen og Sigrid Vang, bæði úr Ørvi, 108-96, Schandorff og Kristoffer Andreasen, Ørvur, 113-109, og Kaj Johannesen, Ørvur og Per 102-111.
½-finalur: Jógvan og Magnus 113-110, og Schandorff og Per 114-108.
Dysturin um triðja plássið var millum Magnus og Per og endaði 110-112.
Dysturin um frysta plássið var, sum ikki einaferð seinastu mongu kappingarnar, millum Jógvan og Schandorff, dysturin endaði 116-111.
Umframt tangering og føroyskt met blivu hjá teimum vaksnu sett 5 persónlig met.