Renning
Aftaná hugnaligu løtuna við røðu og horntónleiki á Vaglinum í Havn var spenningurin øgiligur uttanfyri gamla Apoteki undan startinum til 23´tjúgundu flaggdagsrenningina, fleiri enn 700 luttakarar høvdu melda seg til á www.renn.fo, og er tað met, og fyrireikararnir siga at umleið 600 gjøgnumførdu renningina.
Fleiri profilar við
Fleiri av stóru profilunum í heimligu rennikappingunum vóru sjálvsagt tilmeldaðir, og stóðu teir og trippaðu á málinum til starturin sum var stundisliga kl.16:00, har veteranurin Óli Olsen sum vant saman við luttakarunum og áskoðarum stýrdi niðurteljingini frá 10 - 0.
Teir fyrstu løgdu øguligani út, og at hjá monnunum vóru tað serligani Andrias Hansen og Sam Vang úr Bragdið, Guttorm Sørensen úr Treysti, og Gudmund Joensen úr Triathlon felagnum sum vildu nakað meira enn tey flestu, teir fygldust, og skiftust at verða fremstir, teir fyrstu kilometrarnar.
Bjørk gjørdi bart!
Hjá kvinnunum eru tað serligani tær báðar Bragdakvinnurnar Bjørk Herup Olsen og Súsanna S. Sørensen, sum tey flestu mundu verða spent uppá hvussu tað mundi fara at ganga hjá, og skjótt sást at Bjørk vildi tað sum ongin onnur kvinna hevur megna, ikki enn í øllum førum, og nær er ilt at siga, men hon baði vann og setti nýtt rutumet, eitt satt bragd av ungu Bragdakvinnuni.
Úrslitini nøkulunda sum væntað
Hjá monnunum endurtók Guttorm Sørensen bragdið frá í fjør at vinna, og var tíðin umleið 35 sekund skjótari enn í fjør, og var tað við Sam Vang úr Bragdið, sum í byrjanini var plágaður av livurhøgg, sum kom sum nr.2 og Gudmundur Joensen sum nr.3 á mál.
Andrias Hansen kom sum nr.4 á mál, og virkaði hann eisini sjónliga troyttur aftaná at hava runni í Paris Marathon fyri bara umleið 14 døgum síðani við tíðini 2t42minuttir, sum eisini er 3 ella 4 besta føoyska marathontíð nakrantíð, eitt satt bragd av unga Andriasi, meira um hetta seinni!
Tað var av besta veðri meðan sjálv renningin var, og hevur tað allarhelst eisini ávirkan á góðu luttøkuna, men bert ein tíma undan startinum oysregnaði, men tað gekk alt uppá stás, og komu allir luttakararnir á mál meir og minni troyttir.