Nýtt met til Randi

Í seinastu kapping hetta kappingarárið gjørdu limirnir í hvirluni ein ordans vørr og settu sera nógv persónlig met og harafturat bleiv tað til eitt føroyskt met. Mest sum allir yngru luttakararnir settu nýggj met, og hjá teimum vaksnu var talan um fleiri persónlig met, og Meifríð er nú einans 28 cm frá føroyska metinum í diskuskast sum Ingibjørg Poulsen setti fyri sjey árum síðani. Helgi Geyti gjørdi heldur ikki mætari enn at hann kastaði 2 kg diskin longur enn 1,5 kg diskin. Dagsins úrsliti stóð Randi Kúrberg tó fyri, tí at hon megnaði at betra um tað føroyska metið í kasti 5-kampi soleiðis at tað nú er 2702 stig.