“Nýtt úr Havn” í Smiðjuni

Í sambandi við Tórsfagnaðin í Havn letur listamaðurin Kári Svensson upp framsýningina “Nýtt úr Havn” í Smiðjuni í Lítluvík leygardagin kl. 11.30.

Talan er um eina framsýning við 17 oljumálningum á lørift og 15 oljukritsskitsum á pappíri.


Myndevnini eru ein ferð gjøgnum Havnina, sigur Kári, sum sigur seg vera havnarmann við stóra H, hóast hann dagliga arbeiðir í sínum atelieri á Velbastað, har hann stórtrívist.


Framsýningin verður opin til kl. 20 leygarkvøldið. Annars verður hon eisini opin sunnudagin, mánadagin og týsdagin, allar dagar frá kl 14-18.