Onki reinsiverk varð knýtt at Brekkugerðar Vatnfelag og av somu orsøk verða brúkarar, sum fáa drekkivatn frá gamla Brekkugerðar Vatnfelag bidnir um at kóka vatnið, skrivar Vágs kommuna.
Síðan mai hevur verið arbeitt við loysn og nú er nýtt reinsiverk bílagt, sum verður sett upp við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag. Í farnu viku vóru starvsfólk á teknisku deild hjá Vágs kommunu og fingu kunning um reinsiverkið, sum er bílagt úr Danmark.
Nú verður farið undir at gera økið við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag klárt til at seta upp reinsiverk. Gongst sum ætlað, verður reinsiverkið sett upp í november.