Fyri tveimum árum síðani kom eitt rumenskt hondbóltspar til Vestmanna at leika við VÍF, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur verið ein styrkur fyri hondbóltin í Vestmanna at havt tey bæði Daniel og Ioanu Rapa.
Nú er eftir øllum at døma eitt rumenskt par afturat á veg til Vestmanna, og ætla tey eisini at leika við VÍF. Daniel og Ioana hava júst verið og ferðast heima í Rumenia, og har eru tey so komin í samband við parið, sum er sinnað at koma til Føroya at spæla hondbólt.
Daniel hevur fyrr leikt á liði við hesum rumenanum í Rumenia, og eftir hansara tykki kann hann væl og virðiliga brúkast í føroysku 1. deild. Harafturímóti vita teir í VÍF ikki so nógv um konu hansara, uttan tað at hon er málverji.
Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá VÍF, sigur, at lítið væntar á hjá teimum báðum at koma.
-Seinast eg hoyrdi, var bert eftir at finna bústað til rumenska parið, og eftir tað skuldi alt verið komið upp á pláss, ljóðar tað frá VÍF venjaranum.
Spurdur, um sáttmálar verða skrivaðir, sigur Hjalmar, at tað heldur hann ikki.
-Eg vænti ikki, at vit fara at skriva sáttmála við tey. Felagið hevur sum so ikki nakrar útreiðslur av teimum, uttan tað at vit hjálpa teimum við arbeiði og bústaði, endar Hjalmar við at siga.
Seinastu ferð eitt rumenskt par kom til Vestmanna, var tað ein veruligur styrkur fyri hondbóltin í bygdini, har bæði Daniel og Ioana hava sett síni spor sum ávikavist venjari og leikari. Ioana hevur nevniliga verið millum allarbestu kvinnuligu hondbóltsleikarar í landinum, síðani hon kom, og hóast Daniel næstan ikki hevur kunnað spælt vegna skaðar, hevur hann víst sera góð evnir sum venjari.
So, um nýggja rumenska parið verður ein eins góður fongur og seinstu ferð, verða Vestmenningar drúgvir komandi kappingarár.
Mansliðið hjá VÍF var sera nær við at vinna FM í ár, og kanska ein rumeni afturat kann vera tað, sum fær VÍF aftur á ovastu rók í føroyskum manshondbólti., øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.
Føroyskt
barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
Húsið er opið soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.
Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
postur@faroehouse.dk
Upplatingartíðir:
mánadag?fríggjadag:
kl. 16.00?19.00.
28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.
28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C
Telefon og fax: 86180604
Teldupostur:
aarstova@teliamail.dk
Heimasíðan:
Áarstova er opin soleiðis:
Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18
Føroysku bløðini liggja frammi.
Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03
Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.
Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:
MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.
Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).
Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).
Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.
Ítróttartiltøk:
Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.
Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.
Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.
Føroyingafelagið
Vesturskin,
Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.
Føroyingar
í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:
Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is