Heri Mohr
Tann syndarliga og óhugnaliga náttúruvanlukkan í Asia 2. jóladag í fjør fór sum snarboð um allan heim í somu løtu, avleiðingin av jarðskjálvtanum norðan fyri Sumatra var veruleiki. Takkað verið framkomnu samskiftis-møguleikum, sum sjónvarp og edv (e-mail), vórðu samkenslu- og hjálpitiltøk upp á stutta tíð sett í verk í at kalla øllum framkomnum londum á ein slíkan hátt, at allir gluggar fóru upp á víðan vegg, og lýggjar og fjálgar kenslur - næstakærleikin - vann á slavtoku sálarinnar: Ósannindi, øvund og maktgirnd .
Náttúruvanlukkur hava altíð verið og fara altíð at vera, so leingi jørðin er til, og um vit fara langt aftur í tíðina, so hava slíkar vanlukkur valla haft stórvegis ávirkan á mannalívið uttan bert har, sum náttúran í ólukku mát vísti sína megi. Samskiftið tá í tíðini var ikki annað enn bátur og skip.
Fyri 121 árum síðani var ein náttúruvanlukka við suðurendan á Sumatra, sum hendan 2. jóladag var við norðurendan, men munurin er tann, at tá var einki radio, sjónvarp, edv og illa nokk telefon til, so ilt er at ímynda sær, hvussu ræðuligt fólkið har hevur haft tað - ætlandi við ongari hjálp yvirhøvur.
Um hesa náttúrukatastrofu kunnu vit lesa í Den Store Danske Encyklopædi: Krakatau er vulkanoyggj í Sundastrætinum millum Java og Sumatra. Hon er serliga kend fyri ta stóru, eksplosivu spreingingina í 1883. Vulkanin hevði tá ikki gjørt vart við seg í umleið 200 ár. Fyrst í árinum 1883 hevði oyggin fleiri gos, og 20. mai fór vulkanin at goysa. 26. og 27. august hendi nøkur eksplosiv gos, øll oyggin eksploderaði við miklari megi, og tað mesta av oynni hvarv í havið. Eksplosiónin hoyrdist 4800 km til Australia, og trykkaldan varð registrerað á barometrum um alla verðina. Í sambandi við eksplosiónina komu 40 m høgar flóðaldur, sum gjørdu stóran skaða: 115 bygdir vórðu lagdar í oyði, og meira enn 36000 fólk lótu lív, stórar mongdir av vulkanskari øsku vórðu tveittar upp í atmosferuna og køvdu økið í 3 dagar. Støvkenda evnið (materiale) fór við vindinum um allan knøttin og doyvdi sólar-geislarnar so mikið, at tann globali miðaltemperatururin fall uml. 0.5 stig, celsius.
Síðani 1927 hava áhaldandi gos gjørt eina nýggja aktiva vulkan, Anak Krakatau, sum merkir Krakataus barn.