Tað er einki at taka seg aftur í, at føroyingar og grønlendingar áttu at samstarva meiri. Tað er tí eitt positivt tekin, at nýggju fólkatingslimirnir úr Grønlandi og tann eini fólkatingslimurin úr Føroyum hava skipað seg í ein bólk - Norðuratlantsbólkurin.
Vit hava havt fleiri politikkarar, sum hava lagt dent á norðurlendskt samstarv. M.a. stríddist fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam, bæði sum løgmaður og tingmaður fyri øktum vinnuligum samstarvi millum føroyingar og grønlendingar, eins og hann virkaði fyri øktum føroyskum veiðirættindum í Grønlandi. Eisini virkaði fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Erlendur Patursson, fyri norðurlendskum samstarvi.
Nú er ein nýggj dimensjón komin í hetta samstarvið á fólkatingið. M.a. tí at her eru tríggir sjálvstýrissinnaðir politikkarar á vinstraveingi, sum óivað kunnu fáa nakað burtur úr størri samstarvi, hóast tað óivað er stórur munur á áskoðanunum.
Samstundis sum føroyingar seinastu árini eru vorðnir meiri tilvitandi um, at vit eiga at skunda undir at fáa ein sjálvberandi búskap, og samstundis taka størri ábyrgd á okkum, so tykjast grønlendingar eisini at verða meiri tilvitandi um henda spurning í dag.
Inuit Atagatigiit - flokkurin á vinstraveingi - hevur alla sína tíð verið rættiliga sjálvstýrissinnaður, meðan Siumut - grønlendski javnaðarflokkurin - ikki hevur lagt dent á sjálvstýrispolitikk. Men hann hevur flutt seg, og ásannar nú, at Grønland og grønlendingar mugu miðja ímóti at standa á egnum beinum, bæði politiskt og búskaparliga. V.ø.o. er líkt til, at hann er um at yvirhála systurflokkin í Føroyum, Javnaðarflokkin.
Mótvegis Lars Emil Johansen, Kupik Kleist og Høgna Hoydal hevur Lisbeth Petersen ikki leitað upp í Norðuratlantsbólkin, men ístaðin upp í Vinstraflokkin. Gundgevingin hjá henni er, at Sambandsflokkurin hevur altíð arbeitt saman við Vinstra. Tað hevur hon rætt til, og tað skal ikki fáa nakra viðmerking um. Hinvegin tóktist tað løgið, tá hon undan tingfundinum í síðstu viku boðaði frá, at hon ætlaði ikki at taka orðið. Hon hevði hildið sína jomfrúrøðu í 1988. Álvaratos, er tað ikki at halda teir 7000 veljararnar, sum valdu Sambandsflokkin fyri gjøldur?
Tað er at fegnast um, at grønlendingar og føroyingar økja samstarvið á Kristiansborg. Bara spell, at Sambandsflokkuin ikki er við. Hóast umboðini eru ósamd um ríkisrættarliga spurningin, kundu tey óivað samstarva til gagns fyri Føroya og Grønland á øðrum økjum.