Persónsskattainntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru í 2016 42,4 milliónir krónur, og er hetta tað mesta, sum Vágs kommuna hevur fingið inn í persónsskatti nakrantíð, skrivar Vágs kommuna í dag.
Talan er um ein stóran vøkstur samanborið við í 2015, tá Vágs kommuna fekk 38,9 milliónir krónur inn í persónsskatti. Í krónum er vøksturin 3,5 milliónir krónur og í prosentum smá 9%.