Nýggja supply skipið hjá Supply Service í Leirvík eitur Eldborg og kemur eftir ætlan til Føroya um vikuskiftið. Skipið kemur ætlandi á Havnina leygardagin, og tá hava øll við áhuga fyri skipum og oljuvinnu høvi at síggja skipið. Framkomna skipið hjá Justinussen-familjuni, ið stendur aftan fyri Supply Service, kostar 260 mió. norskar krónur. Varð byggisáttmáli undirskrivaður í dag, hevði kostnaðurin helst táttað í einar 300 mió. norskar krónur.
Eik Banki stendur á odda fyri samtakinum av bankum, ið fíggja skipið.
Framkomið PSV-skip
Talan er um sera framkomið sonevnt PSV-skip ella á enskum: Platfom Supply Vessel.
- Skipið hevur sonevnt Clean Design, ið merkir, at øll atlit at umhvørvinum eru tikin, ið møguligt er við einum dieselriknum skipi. Eitt nú er CO2-útlátið lítið í mun til onnur líknandi skip, og dupulti skrokkurin veitur tryggleika, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service.
Eldborg er 80m lang, 18m breið og hevur tilsamans 800 fermetrar av dekksplássi.
Fýra ára sáttmála
Longu áðrenn Eldborg varð bygt á norsku Fjellstrand skipasmiðjuni hevði Supply Service tryggjað skipinum ein fýra ára sáttmála við eitt samtak í norsku frálandavinnuni.
- Tað er framúr nøktandi, at vit longu frammanundan hava tryggleika fyri, at skipið er í vinnu í fýra ár. So drúgvir sáttmálar eru óvanligir, og tá hugsað verður um vánaligu búskaparstøðuna í heiminum í dag, kunnu vit í reiðarínum vera tess nøgdari við langtíðarsáttmálan, sigur Tummas Justinussen, ið er ein av eigarunum.
Sáttmálin fyri Eldborg er gjørdur við samtakið, ið er samansett av Det Norske Olieselskap, Vinterhoalls og Oddfjell Drilling.
- Treytirnar í sáttmálanum eru góðar, men afturfyri eru krøvini hørð, sigur Tummas Justinussen.
Øll manningin føroysk
Tilsamans 22 mans skulu arbeiða umborð á Eldborg, og øll manningin er føroysk. Arbeitt verður í tveimum holdum. Skiparar eru Jan Kristoffersen og Einar Vang, báðir úr Havn.
Umsitingin av skipinum fer somuleiðis fram í Føroyum, og her er skipið eisini er skrásett, í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS).
Eldborg er fyrsta av tilsamans trimum PSV-skipum, ið Supply Service hevur bílagt. Næsta skipið í røðini verður bygt á Havyard skipasmiðjuni, og tað verður ætlandi latið eigarunum í november í ár, skrivar Eik á heimasíðu síni.