Nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum millum Bretland og Føroyar

?Tað var ein sannur vakurleiki á staðnum av einum slag, eg ikki kann siga frá?

William Morris

Louis Wilson skrivar


Við hesum orðum lýsti kenda bretska skaldið, listamaðurin, teknarin og undangongusosialisturin sína fyrstu mynd av Føroyum, stutt eftir at hann lendi í Tórshavn á sumri 1871. Seinni, tá hann helt leiðina fram til Íslands, var hann framvegis bergtikin av siglitúrinum um Vestmannasund eitt ljóst summarkvøld og kallaði tað mest stórsligna sjón, hann nakrantíð hevði sæð.

William Morris er bert ein av fleiri navnframum bretskum gestum, sum hava fingið eina ógloymandi ímynd av vøkru og óspiltu føroysku náttúruni. Her hugsi eg eisini um kenda rithøvundan John Buchan, hvørs vitjan gav honum íblástur til at brúka Føroyar (saman við gamla hjálandinum Suðurrhodesia) sum staðið í síni skaldsøgu ?Island of Sheep?. Í 1960 árunum var tað so John Betjeman, ið seinni bleiv Poet Laureate (kongaligt skald), sum fangaði løtuna, tá goyggið frá einum hundi gav endurljóð tvørtur um Hestfjørð inn á Streymoynna, og sum bleiv hugsunnarsamur av sjónini, ið ikki kundi samanberast við nakað annað.

Á hesum persónliga og serstaka støði hevur tað verið ein søga um tætt samband millum Føroyar og Bretland ella í øllum førum við teir lummarnar av bretska samfelagnum, har fólk av onkrari orsøk hava verið noydd at ferðast út á hesar fjarskotnu oyggjar. Fleiri ættarlið av bretskum sjómonnum funnu í føroyskum havnum so sum Tvøroyri og

Klaksvík eina vælkomna verju fyri ódnunum í Norðuratlantshavi. Ein áminning um hetta sambandið kom, tá eg í oktober í fjør var í Aberdeen og hugdi eftir fótbóltsdystinum millum Skotland og Føroyar. Í hýruvogninum fekk navnið Føroyar uttan nakað bilføraran ? ein gamal sjómaður ? at minnast aftur á vøkru genturnar í Klaksvík, sum hann mintist úr sínum ungu árum. Sjálvandi var eisini ferðsla hinvegin. Føroyskir fiskimenn gjørdust kendir í bretskum fiskibýum so sum Aberdeen, Grimsby og Hull, haðani teir komu at selja sína veiðu. Sum tíðin leið, elvdi hetta til, at smá føroysk samfeløg vórðu sett á stovn í Bretlandi.

Bretska hersetingin av Føroyum undir seinna veraldarbardaga og teir fleiri túsund hermenninir, ið fylgdu við hesum, lat sín egna arv liggja eftir í einum nýggjum sambandi millum bretska og føroyska fólkið. Tað nærmasta av hesum sambondunum kom millum bretskar hermenn og føroyskar kvinnur. Hesar søgurnar, sagdar av teimum, hvørs lív vórðu broytt munandi av hesum krígstíðunum, verða lagdar fram við hugskygdari innlivan av Kirstin Didriksen í hennara hugvekjandi bók ?Kærleiki undir krígnum?.

Burtursæð frá øllum hinum ávirkanunum elvdi bretska hersetingin til eitt nýtt ættarlið av fólkum við blóði úr báðum londum í æðrunum.

Hóast øll hesi hjartaligu og sterku bondini hevur tað, burtursæð frá krígsárunum, ongantíð verið nakað veruligt politiskt samband millum Bretland og Føroyar. Tá tað í Bretlandi varð hugsað um Føroyar, var tað sjálvsagt at venda sær til Danmarkar. Sjálvt undir seinna veraldarbardaga, tá tað ikki slapst undan at leggja seg upp í føroysk politisk mál og bretsku myndugleikarnir tóku tað stóra stigið at góðkenna almennu nýtsluna av føroyska flagginum, var ætlanin alla tíðina av handa Føroyar aftur til Danmarkar, tá kríggið var av.

Tað, at bretar so treyðugt vildu leggja uppí politiskt, var frá føroyingum uppfatað ymiskt. Her var tað vanligt at liva tætt í skugganum av einum stórum hjálandaveldi, ið var ein hóttan móti teirra tilveru sum eitt fólkaslag fyri seg. Hendan uppfatanin varð borin fram av tí stóra manninum í føroyskum politikki í 20. Øld, javnaðarløgmaðurin Petur Mohr Dam, tá hesin talaði til norðurlandaráðið í Reykjavík í 1965. Hann vísti á, at føroyska fólkið ikki hevði fingið somu lagnu sum brøðrafólkið í Hetlandi, ?hvørs norðurlendska mentan og lív varð svølgt av bretska hjálandaveldinum og altjóða atdráttarmegini.?

Tíðliga í hesi øldini var henda hóttanin alt ov sjónlig fyri føroyingar. Bretskir damptrolarar í hópatali sóust liggja á føroysku landgrunnunum, heilt stutt frá landi. Hetta var um at troka føroysku útróðrarmenninar burtur.

Seinni, í 1960 árunum, tá føroyingar langt um leingi tóku stigið at seta fiskimarkið longur út, bannaðu bretar føroyskum skipum at landa í bretskum havnum.

Bretska vanvirðingin fyri sínum lítla granna norðanfyri helt fram heilt upp í 1990 árini, tá bretar settu fram eitt sera órættvíst krav um tilfeingi í undirgrundini langt inni í føroyskum sjógvi. Sum fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen á sín egna makaleysa hátt segði tað, so merkti bretska kravið, at fólk í Suðuroy kundu

spýta í bretskan sjógv. Tað hjálpti heldur ikki upp á viðurskiftini, at bretska stjórnin stuðlaði felagsskapum, ið mótmæltu grindadrápi, við at taka hesar felagsskapir við í bretsku umboðanina á fundinum hjá IWC.

Hóttanin av at verða gloyptir av bretum fekk nógvar føroyingar at halda seg enn tættari upp at Danmark. Líkamikið hvat partar av fólkinum helt um ríkisfelagsskapin, so var her eitt land við einum ávísum mentanarligum skyldskapi. Men tað veika í hesum var, at tað úrslitaði í einum hugburði, har øll sambond við umheimin fóru gjøgnum Danmark. Eitt heldur stuttligt dømi um hetta er, at eldra ættarliðið úti á bygd hevur lyndi til at tosa danskt við allar útlendingar, líkamikið hvaðani hesir koma.

Tað, at bretski varauttanríkisráðharrin Tony Lloyd týsdagin kom til Vágar við einum serligum RAF flogfari, ber boð um, at tað nú er meiningsfult samskifti millum hesi bæði londini. Danska avgerðin í 1992 at handa føroyska landsstýrinum ábyrgdina av ráevnunum í føroysku undirgrundini broytti alt. Bretland hevur ásannað, at tað at samráðast politiskt við Føroyar sum eitt samfelag fyri seg eru altavgerandi fyri bretsku áhugamálini viðvíkjandi olju- og gassvinnuni í Norðuratlantshavinum. Henda gongdin tykist hava fingið eitt stórt skump rætta vegin eftir at Blair-stjórnin kom til fyri tveimum árum síðani. Ein ábending um hetta kom við fløvandi ynskinum um tillukku frá bretska uttanríkisráðnum til nývalda føroyska løgmannin Anfinn Kallsberg í fjør. Eftir hvat eg veit, eru føroyskir løgmenn fyrr komnir og farnir, uttan at bretska stjórnin hevur sýnt hesum nakran áhuga yvirhøvur. Men longu á sumri 1997 gjørdi bretski sendiharrin í Danmark nakrar áhugaverdar viðmerkingar, tá hesin var í Tórshavn. Hann vísti á áhugan, sum nýggja Labour-stjórnin hevði víst fyri Føroyum og til ?heitu kenslurnar?, sum nú komu úr London. Havandi í huga, at diplomatar av venjing og vana varliga viga hvørt orð, teir bera fram alment, so var hetta ein greið ábending um, at bretska stjórnin vil hava tættari samstarv við Føroyar og tað við røttu virðingini fyri tjóðskaparkenslunum.

Sum partur av teirra samskifti við Føroyar fer bretska stjórnin uttan iva at bjóða høgum føroyskum politikarum og øðrum høgum fólkum í samfelagnum á almennar vitjanir í Bretlandi. Skráirnar hjá teimum verða lagdar í hendurnar á royndu starvsfólkunum í uttanríkisráðnum, sum fara at gera alt fyri at tryggja, at gestirnir hava alt gott at bera Bretlandi, tá teir fara avstað aftur. Føroysku gestirnir fara ivaleyst at verða bornir á lógvum, meðan teir eru í Bretlandi, og alt fer at verða gjørt fyri at ganga teirra ynskjum á møti.

Tað merkir, at vit í framtíðini kunnu vænta, at føroyskir løgmenn verða móttiknir á ein hátt, ið sømir seg fyri tjóðarleiðarar. Hetta fer at verða ein stórur munur frá upplivingunum hjá hansara undanmonnum. Eg trúgvi ikki, at hátíðarhaldið var serliga stórt, tá Hákun Djurhuus gamli í 1960 árunum kom við einum trolara til Grimsby til fiskivinnusamráðingar við bretar. Og fá góvu embætinum hjá Atla Dam gætur, tá hesin tíggju ár seinni var í somu ørindum. Tá BBC hevði samrøðu við hann, fekk hann heiti sum ?partur av donsku sendinevndini?.

Tað er sjálvsagt lætt at vera kyniskur viðvíkjandi bretska ?sjarmuoffensivinum?, vit nú kunnu vænta okkum, og staðfesta, at hon kanska eisini fer at rigga. Hetta verður, um føroyingar stara seg blindar av slíkari VIP viðferð. Men um fólk hava eyguni opin, tá tey vitja, kunnu sambondini, sum nú eru skapt, bert gagna Føroyum. Bretar hava sjálvsagt teirra egnu áhugamál fremst í huganum í sambandi við Føroyar. Teir vilja hava fólk, sum hava vitjað í Bretlandi, at halda alt gott um Bretland. Og tað er einki skeivt í hesum. Tað er vanligt í uttanríkismálum. Men tað leggur eina ábyrgd á føroyingar, sum skulu avgera, hvat teir vilja hava burturúr samstarvinum, og síðani stremba eftir hesum við sama ídni. Tað mugu hóast alt vera nógv felags áhugamál. Hetta merkir, at tíðin er komin til at hugsa strategiskt um viðurskiftini millum Føroyar og nærmasta grannan sunnanfyri.

Nýggj viðurskifti við Bretland gevur møguleika fyri at minka um tilknýtið til Danmark og sleppa av við ?tunnilssjónina?, har Keypmannahavn er einasti vegur til heimin uttanfyri. Hetta má avgjørt vera ein sunn gongd, líkamikið um málið hjá føroysku stjórnini er fullveldi ella broytingar í viðurskiftunum millum londini í ríkisfelagsskapinum. Bretland er ikki longur eitt hjálandaveldi, hóast føroyingar ikki kunnu sigast ringir fyri at hava hugsað øðrvísi, tá bretar royndu at økja sítt vald heilt inn á gáttina hjá føroyingum fyrst í 1990 árunum. Hinvegin er Bretland í løtuni mitt í eini grundlógarbroyting, har nýggj vald hava tikið seg upp í Skotlandi og í Wales. Nú hava Føroyar møguleika fyri at fáa øll møgulig sløg av politiskum, búskaparligum, sosialum, útbúgvingarligum, mentanarligum og ítróttarligum samstørvum.

Ávís øki, sum fyrst renna til hugs, eru:

Samstarv við at menna olju- og gassvinnuna í Norðuratlantshavi

Ferðafólk úr Bretlandi

Fáa Bretland at hava føroysk áhugamál í huga í ES-samráðingum

Fáa føroyingar at lesa og arbeiða í Bretlandi. Í løtuni hava norðmenn og íslendingar loyvi at arbeiða í Bretlandi, men føroyingar mugu hava danskt pass og sostatt í passhøpi vera ES-borgarar

Steðga stuðlinum, bretska stjórnin gevur nøkrum nýggjum grindaherferðum

Í nýggju viðurskiftunum er tað av stórum týdningi, at føroyingar ikki eru passivir partnarar og bert fylgja við bretsku ætlanunum. At byrja við kunnu teir sjálvir taka fyrsta stigið og skapa samband við nýggja skotska heimastýrið í Edinburgh. Donald Dewar og hansara starvsfelagar høvdu uttan iva verið áhugaðir í at hoyra um royndirnar, føroyingar hava havt við sínum heimastýri seinastu 50 árini.

Eg skjóti upp, at teir frá fyrstan tíð fara undir sín egna ?sjarmuoffensiv? við at bjóða høgum bretum, sum hava ávirkan, til Føroya, so hesir sjálvir kunnu uppliva hetta serstaka landið. Nógvir av teimum høvdu uttan iva farið heim aftur til Bretlands bergtiknir av sama vakurleika, sum William Morris, John Buchan og John Betjeman og fleiri av teirra landsmonnum hava verið. Hesi sambondini kunnu geva óavmarkaðar fyrimunir til Føroyar í framtíðar viðurskiftunum við Bretland.