Fótbóltur
Tað var um hesa tíðina í 2001, at tað gjørdist greitt, at Skála fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi verða partur av bestu fótbóltsdeildini. Skála vann næstfremsta plássið í næstbestu deildini, og tað bar við sær, at Skála skuldi spæla um eitt pláss í bestu deildini.
Mótstøðuliðið var B71, sum var endað á næstaftast í bestu deildini. Í morgin fyri sjey árum síðani vann Skála 4-1 á Sandi, og 13. oktober varð plássið í bestu deildini staðfest á Skála, har tað ikki var nóg mikið hjá B71 at vinna 1-0.
Síðani hevur Skála verið partur av bestu deildini. Í 2002 endaðu skálamenn á 8. plássi, og í 2003 vóru teir nummar níggju. Tá var neyðugt við endaspæli ímóti TB, áðrenn tað varð greitt, at Skála væl og virðiliga hevði varðveitt plássið í deildini.
Í 2004 vann Skála fyri fyrstu ferð heiðursmerkir, tá ið liðið endaði á triðja plássi. Undan 2005 kappingarárinum var áhugaverda og hugflogsríka Skála liðið av mongum mett at vera møguleiki fyri at vera við í toppstríðnum, og tað var um reppið, at Skála vann FM í 2004. Um marginal dómaraavgerð eitt góðveðurskvøld í Runavík hevði verið øðrvísi, so hevði Skála ivaleyst verið meistari.
Nú er hetta søga. Í 2006 varð Skála nummar sjey, í fjør nummar seks, og uttan mun til um Skála í ár verður aftast ella næstaftast, so verður luturin í 2009 at vera partur av næstbestu deildini og harvið at stríðast fyri at vinna plássið í Formula deildini aftur.
Bergur Højgaard er formaður í Skála Ítróttarfelag. Hann heldur, at tað hevur havt alstóran týdning fyri spælararnar, felagið, viðhaldsfólkini og bygdirnar, sum stuðla felagnum, at liðið hevur verið við til at seta dám á fremstu fótbóltsdeildina.
Skála er flutt niður, men skálamenn ætla sær aftur at gerast partur av bestu deildini. Tað kann væl vera, at fleiri av teimum, sum øll árini hava verið við til at mynda liðið, eisini fara at spæla næstu árini, men formaðurin heldur, at tað kann roknast við, at eitt nýtt ættarlið fer at verða við til at mynda liðið:
- Teir, sum higartil hava verið í fremstu røð, hava verið við í mong ár, og onkrir teirra eru givnir, og aðrir fara ivaleyst at repa seglini, hóast teir fara at spæla í eitt og vónandi fleiri ár afturat. Men vit kvíga ikki fyri framtíðini, tí vit eiga fleiri dugnaligar og evnaríkar spælarar í bæði unglingadeildini og dreingjadeildini, sigur Skála formaðurin.
Annan sunnudag fer Skála at fáa vitjan av EB/Streymi, sum stríðist við at fáa fyrsta FM heitið til høldar, og tað verður í Runavík, at Skála leygardagin 25. oktober fer at siga farvæl við Formula fótbólt – í hesum umfarinum!