Í annaðkvøld klokkan 20 skipar forlagið Eksil fyri bókaútgávureseptión í Mimir í Havn fyri útgávuna Endurtøkur hjá Sissal Kampmann.
Sissal debuteraði í fjør við yrkingasavninu, Ravnar á ljóðleysum flogi yrkingar úr uppgongdini á forlagnum Eksil.
Mikukvøldið verður umframt at heilsa uppá Sissal og at keypa bókina - eisini høvi at hoyra upplestur og tónleikaframførslur við m.ø Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Jóhan Jensen, Daniellu Andreassen og Ludvíki Breckmann.