Nú verða føroyingar tryggjaðir í granskingarætlanum:Føroyar fáa vísindasiðsemisnevnd

Eftir drúgt orðaskifti í Tinginum og nógv kjak í fjølmiðlunum um arvagransking seinastu vikurnar, varð uppskot landsstýrisins um vísindasiðsemisnevd til 1. viðgerð í tinginum fríggjadagin

Rigmor Dam


- Hetta uppskotið veitir okkum eina betri trygd fyri, at tær granskingarætlanir, sum farið verður undir framyvir, verða í tráð við bæði fólksins og politiska viljan. Ein stórur trupulleiki hjá okkum politikarum er, at vit ikki vita hvat fyrigongur innan gransking, fyrr enn møgulig nýggj viðgerð av sjúkum er ein veruleiki. Ein av møguleikunum vit hava, fyri at vera vitandi um hvat fyriferst, er at syrgja fyri at hava nøktandi lóggávu, segði Kristian Magnussen millum annað undir orðaskiftinum í løgtinginum fríggjadagin.


Endamálið

Í lógaruppskotinum, sum nú hevur verið til 1. viðgerð í tinginum, stendur, at endamálið við lógini, sum er heintað í Danmark, er at áseta nærri karmar um vísindaetisku metingina av biomedisinskum granskingarverkætlanum. Føroyska vísindasiðsemisnevndin, ið skal virka undir donsku skipanini, verður ein økisnevnd undir høvuðsvísindasiðsemisnevndini í Danmark. Hon fer at hava 7 limir, har landsstýrið velur 4 og Føroya Læknafelag 3 umboð. Tvey umboð úr nevndini skulu harumframt sita í høvuðsvísindasiðsemisnevndini í Danmark.

Í viðmerkingunum til lógina stendur, at uppgávan hjá nevndini verður at gera eina etiska meting av teimum granskingarverkætlanum, sum ætlanin er at seta í verk og eisini at meta um møgulig hjáárin á royndarpersónar. Nevndin hevur sostatt heimild at geva loyvi til granskingarverkætlanina og at hava eftirlit við arbeiðinum.

- Siðsemisnevndin skal taka støðu, bæði út frá einum fakligum, og eisini etiskum sjónarmiði. Tað merkir, taka støðu út frá eini meting av, um virðingin fyri tí einstaka menniskjanum verður gingin ov nær, segði uppskotsstillarin og landsstýriskvinnan í almenna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø millum annað undir orðaskiftinum.


Fyrireiking krevst

Annars var orðaskiftið fríggjadagin merkt av at málið um arvagransking fekk eina heldur ógvusliga móttøku í tinginum, tá tað var fyri í tinginum fyrstu ferðina. Hetta orsaka av, at tað varð framlagt sum ein partur av eykajáttanarlógini fyri oktober, har søkt var um eina upphædd áljóðandi 400.000,- kr.

At málið um arvagransking tá varð lagt fram sum eitt hvørt annað mál, fall mongum fyri brósti, bæði fólki í andstøðuni og fólki innan heilsuverk, siðsemisnevnd og aðrar stovnar. Umboð Javnaðarfloksins í tinginum helt, at arvagransking í Føroyum, er eitt alt ov viðbrekið mál at samtykkja í eini eykajáttanarlóg. Eisini var ført fram, at eitt breitt alment orðaskifti eigur at vera um málið, og at neyvar lógarreglur eiga at verða gjørdar, áðrenn talan kann verða um at játta pening til endamálið og áðrenn nakað tílíkt arbeiði verður sett í gongd. Ein meirluti samdist hereftir um, ikki at játta tær 400.000,- kr. á eykajáttanarlógini, men ístaðin at játta 100.000,- kr. til fyrireikingararbeiði og at gera neyðuga lóggávu á økinum.

Uppskotið um vísindasiðsemisnevnd í Føroyum, kan sigast at vera eitt stig á leiðini, at tryggja royndarfólki og teirra avvarandi í granskingarhøpi framyvir.