Nú verður betri hjá suðuroyingum og sandoyingum

Og ætlanin er eisini at seta tiltøk í verk, soleiðis at eitt brek ikki skal raka so hart

Í dag fáa sandoyingar og suðuroyingar aftur eitt tryggari internetsamband. Tað hevur verið gott veður í dag og tað høvið er brúkt til at leggja ein nýggjan samskiftistaðal eftir botninum tvørtur um Skopunarfjørð.

Og Páll Vesturbú, stjóri í FT-Net, sum umsitur sjálvt netið, sum alt telesamskifti gongur ígjøgnum, sigur, at tað verður sett til í dag.

Annars hevur internetsambandið til Suðuroyar og Sandoyar verið rættiliga svikaligt í nakrar vikur eftir at kaðalin um Skopunarfjørð slitnaði í illveðri.

 

##med2##

Tað merkir, at samabandið hevur verið loftborið, men tað hevur ikki verður serliga støðugt.

Men tá ið kaðalin nú er settur til aftur, verður sambandið, sum tað eigur at vera, sigur Páll Vesturbú.

Hann sigur, at fyri at verja kaðalin betri, er hann lagdur eitt sindur øðrvísi í eini roynd at finna bleytari botn, sum hann kann søkka niður í, og annars eru vektir settar á hann fyri at halda honum støðugari á nøkrum strekkjum, har tað rekur serliga hart.

Annars er kápilin ímillum Vágar og Suðuroy fór eisini fyrst í árinum, so tá ið kápilin um Skopunarfjørð eisini fór stutt eftir, reyk alt samband, bæði til Suðuroyar og til Sandoyar.

Páll Vesturbú sigur, at tað er eitt størri arbeiðið at umvæla kápilin ímillum Vágar og Suðuroy, so tað verður ikki gjørt enn. Men tá ið tað er gjørt, hevur Suðuroyggin tvey kaðalsambond.

 

##med3##

Annars er eisini ætlanin at menna radiostøðirnar, so at tað ber til at hava eitt tryggari og støðugari samband til Sandoynna og Suðuroynna, hóast allir kaðalarnir slitna.

Men nú Sandoyartunnilin verður gjørdur, verður kaðal lagdur ígjøgnum hann, og so er telesambandið til Sandoynna í tryggari legu.

Myndirnar hevur Brian Rosendahl Rasmussen tikið umborð á Brimli í dag tá ið nýggi kaðalin varð lagdur