Nú verður eingin stuttleikakoyring meiri í Havn

Koyribreytin skal seljast til ídnaðarvirki

Nú verður eingin go-cart koyring meiri uppi á Skarðsjalla. Meirilutin í Tórshavnar Býráð ætlar nevniliga at selja stykkini, har go-cart breytin er.

Talan er um trý stykki, sum tilsamans eru góðar 6.000 fermetrar, og tey kunnu seljast fyri 7,97 milliónir, sigur býráðið.  

Í 2916 varð økið leigað til go-cart breyt, men talan var um eina trý ára royndarætlan, og sostatt gongur sáttmálin út í ár. Og tá ið royndartíðin er farin, og keypari er til stykkini, kann sáttmálin sigast upp.

Leigan er 100 krónur um árið, men leigarin hevur gjørt ymsar ábøtur. Tó er tað ein treyt, at tá ið økið verður handað kommununi aftur, skal tað vera í sama standi sum tað var, tá ið leigarin fekk tað.

Býráðið sigur, at seinastu tíðina eru fleiri grundstykki til vinnuvirki seld á Skarðshjalla og nú eru eingi stykki eftir, uttan tey, sum nú verða brúkt at koyra go-cart á.

Samstundis hevur kommunan fyrispurningar frá fyritøkum, sum eru sinnað at keypa grundstykki til vinnubygningar, men kommunan hevur eingi stykki til taks.

Tí mælir umsitingin í býráðnum til, at enda royndarverkætlanina við go-kartkoyring á Skarðshjalla, og at selja tey trý stykkini til vinnubygningar.

Tað tekur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum undir við, og nú skal býráðið so taka endaliga støðu.

Tað er í øllum førum greitt, at Javnaðarflokkurin í býráðnum, tekur ikki undir við at tann, sum skipar fyri go-cart koyring, skal missa stykkini, tí tey mæla til at leingja leigusáttmálan, so at stuttleikakoyringin kann halda fram í hvussu so er í tvey ár afturat.