Nú verður grasvøllurin í Gundadali veruleiki

Fótbóltur: Roknað verður við, at tað komandi summar fer at vera møguleiki fyri at spæla landsdystir og Europa Cup dystir á nýggja grasvøllinum í høvuðsstaðnum

Tað hevur verið tosað og skrivað nógv um tað, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr. Men gongur tað, sum fyrireikararnir vóna og ætla, so verður grasvøllurin í Gundadali klárur at taka í nýtslu komandi summar. Gongst heilt væl, og FSF er sinnað fyri tí, so kann møguleiki verða fyri, at EM-undankappingardysturin móti Skotlandi, sum verður grundlógardag 5. juni, kann spælast í Gundadali.

Undir øllum umstøðum verður roknað við, at bæði HB og B36, sum um ólavsøkuleitið skulu taka lut í undankappingunum til ávikavíst europeisku meistarakappingina og UEFA kappingina, kunnu spæla heimadystirnar í Gundadali.

Talan verður ikki um í fullum líki at útinna Tórsvallarætlanini, soleiðis sum hon varð løgd fram fyri meiri enn trimum árum síðani. Men tann ætlanin er ikki slept. Fíggjarligi veruleikin er soleiðis, at tað verður ikki hildið vera ráðiligt at fara undir eina ætlan, sum kostar meiri enn 26 milliónir krónur.

Í staðin verður í fyrstu atløgu farið undir ein part av ætlanini. Hesin fevnir um sjálvan vøllin og so sitipláss til 4.200 áskoðarar. Annað stigið í at fullfíggja ætlanina ætlast at verða at fáa ljós kring vøllin ? tað verður mett at kosta einar 3-4 milliónir krónur, og triðja stigið verður frælsi ítrótturin.

Arbeiðið, sum nú skal gerast, verður framt soleiðis, at møguleiki verður fyri, at rennibreytirnar kunnu koma seinni, uttan at nakað av arbeiðnum, sum í fyrstu atløgu skal gerast, fer fyri skeytið. Hetta kemst av, at áskoðaraplássini, ið verða framvið báðum síðunum, verða gjørd úr stálkonstruktiónum. Tá peningur verður tøkur til at víðka økið, verða áskoðaraplássini flutt út í økið, sum tá kemur afturat, meðan økið, har áskoðaraplássini í fyrstu atløgu verða, tá verður brúkt til rennibreytir.

Kostnaðurin av tí, sum nú skal gerast, verður mettur til tíggju milliónir krónur, og tað verður ikki mett ráðiligt, at raksturin kann bera meiri enn tvær milliónir í lántøku.

Enn er einki gjørt við at detailprojektera, men farið verður undir hetta, so skjótt formellu viðtøkurnar eru í lagi, og hetta verður gjørt, samstundis sum jørðarbeiðið verður fingið frá hondini.


Í býráðið hósdagin

Fyri einum fjórðingsári síðani tók Tórshavnar býráð stig til at seta eina fýra manna nevnd at taka sær av fyrireikingararbeiðnum ígjøgnum ein grunn. Poul Michelsen varð valdur at umboða býráðið, og hann hevur verið formaður í nevndini, sum skuldi koma við einum tilmæli innan 1. november í ár. Landsstýrið, FSF og ÍSF skuldu velja hinar nevndarlimirnar, sum hava verið ávikavíst Torleif Sigurðsson, Guttormur Sørensen og Heðin Mortensen.

Poul Michelsen váttar, at nevndin er liðug við arbeiðið, sum skuldi gerast í fyrstu atløgu. Hann sigur, at síðsti nevndarfundurin, har tilmælið varð gjørt liðugt, var í Klaksvík mánadagin í síðstu viku, og frágreiðing og tilmæli vórðu í síðstu viku handað Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn, og Signari á Brúnni, landstýrismanni í mentamálum. Annars vísir formaðurin í nevndini til partarnar, sum nú hava fingið tilmælið.

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, hevur í vikuskiftinum verið í Íslandi, men í gjárkvøldið skuldu tey bæði stóru feløgini í Gundadali, B36 og HB, kunnast um, hvat ætlanin er at fara undir í grannalagnum hjá teimum. Um tað skal bera til at spæla á grasvøllinum komandi summar, so er neyðugt, at B36 og HB geva loyvi til at brúka húsini hjá teimum.

Vit hava eisini skilt, at málið skal viðgerast á býráðsfundinum, sum verður í Havn hósdagin. Politiski myndugleikin í høvuðsstaðnum skal taka støðu til, um tað beinanvegin kann farast undir spreingiarbeiðið eystanfyri økið, sum longu er byggiklárt. Tað er neyðugt at málið fær politiska viðgerð í býráðnum, áðrenn tað kann farast undir arbeiðið, tí hetta kemur at ganga út yvir Hoydalsvegin, og støða skal eisini takast til, hvat skal gerast við grótið, sum skal fáast burtur av økinum.


Sum á Svangaskarði

Um býráðið og landsstýrið taka undir við tilmælinum ? og tað fara tey ivaleyst at gera, tí umboð fyri býráðið og landsstýrismaðurin hava verið kunnað um, hvat nevndin hevur ætlað ? so verður beinanvegin farið undir at fyrireika sjálvan vøllin.

Ætlanin er at gera ein vøll, sum verður akkurát sama slag sum tann á Toftum ? burtusæð frá at mátini verða eitt sindur størri. Undir grasmáttuni á Svangaskarði er mesta tilfarið úr sandi, og tað verður tað eisini í Gundadali. Tað er neyðugt at fáa sandin upp úr sjónum sum skjótast, og ein avtala er mest sum gjørd um hetta. Flagið skal keypast á sama stað í Danmark, sum toftamenn keyptu sítt flag, og somu donsku ráðgevarar, sum vegleiddu teir á Toftum, eru við í ætlanini í Gundadali. Hesir hava arbeitt í samstarvi við ein tekniskan bólk í Havnini, sum er mannaður við Janusi Petersen, verkfrøðingi, Gunnari Hoydal, arkitekti og Tórði í Hoyvík, býargartnara. Niklas Foldbo, sum var oddamaður fyri tekniska partinum á Svangaskarði, hevur verið ráðgevi hjá nevndini.

Fíggingarparturin hjá tí almenna er tann, sum áður er avráddur. Býráðið í Havn hevur játtað at stuðla við fimtan prosentum ? umframt tær sjey milliónirnar tað kostaði at gera økið soleiðis, sum tað liggur nú ? og landið hevur játtað játtað 30 prosent, sum verða goldin yvir trý fíggjarár.

Restin skal fáast til vega á annan hátt, og har verður arbeitt við møguleikanum at fáa veddingarpengar og aðrar stuðlar. Spurningurin er millum annað í hvønn mun Fótbóltssambandið skal vera uppií. Nevndin í FSF hevur áður fingið heimild frá aðalfundinum at seta upp til tríggjar milliónir í Tórsvøll. Um FSF skal blandast meiri uppí, so skal avgerð takast um hetta á aðalfundi.

Ein av høvuðsspurningunum í sambandi við Tórsvallar ætlanina hevur verið, hvussu ognarviðurskiftini skulu vera, og hvør skal hava ræðið á vøllinum. Her tykist hugburðurin at vera, at tann, sum fer at gjalda mest skal eisini valda mest, og tað er m.a. hetta, sum samráðast skal um, tá grundarlagið skal fáast uppá pláss, sum grunnurin, ið skal eiga vøllin, frá 1. januar 1999 skal virka eftir.

Vit hava ikki hoyrt nakað ítøkiligt um, á hvønn hátt byggifíggingin skal fáast til vega, men vit skilja, at tað verður arbeitt við fleiri modellum, og at hetta er ein spurningur, sum neyvan fer at steðga ætlaða arbeiðnum, sum tað nú verður farið undir.