Nú verður lættari at bjarga fólki í ferðsluóhappum
Tað hevur stóran týdning - eisini fyri bjargingarfólkini sjálvi
Nú skal tað vera lættari og tryggari at bjarga fólki, sum eru við í ferðsluóhappum.
Í næstum verður ein kunngerð sett í gildi, sum gevur loyvi til, at bjargingarfólk kunnu fáa upplýsingar um ein bil, beinleiðis frá Aktstovuni.
Upplýsingarnir verða sendir talgild av akstovuni til eina app á telefonini hjá bjargingarfólkunum. Talan er um eina serliga app, sum fleiri lond hava góðkent til endamálið, og sum fleiri lond brúka.
Tey londini, sum brúka hesa appina í dag, eru Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Belgia, Niðurlond, Sveis, Ongland og USA.
Umframt at fáa upplýsingar um føroyskar bilar, sum eru við í einum óhappi, fáa bjargingarfólk í Føroyum eisini upplýsingar um bilar úr hesum londum, skuldi tað hent, at teir eru við í óhappum í Føroyum.
Samstundis fáa bjargingarfólk í hesum londum eisini upplýsingar um føroyskar bilar, sum eru í óhappi í nevndu londunum.
Upplýsingarnar, talan er um, eru bara ymsir tekniskar upplýsingar um bilin, sum gera tað lættari og tryggari hjá bjargingarfólki at bjarga fólki, tá ið óhapp henda.
Talan er sostatt ikki um upplýsingar um eigaraviðurskifti, ella aðrar persónligar upplýsingar.
Tað var í fjør, at Løgtingið samtykti at seta hesa skipanina í verk og nú er tað so komi har til, at ein kunngerð um hetta verður lýst í næstum.
– Skulu bjargingarfólk inn í ein bil, sum hevur verið fyri óhappi, at bjarga fólkum, er tað sera týðandi, at bjargingarfólkini hava upplýsingar um tann ávísa bilin, so tey kunnu sløkkjastoytkoddar, og soleiðis at tey vita, hvar tey skulu klippa í skrokkin á bilinum, skulditað er neyðugt, stendur í uppskotinum sum varð samtykt.
Sagt verður eisini, at í sambandi við, at alsamt fleiri el-bilar verða í ferðsluni, verður tað truplari og truplari hjá bjargingarfólkunum, tí tað er vandamikið at klippa ein el-bil sundur, uttan at vita, hvar tað skal gerast, og teir upplýsingarnar kunnu bjargingarfólkini nú fáa beinleiðis á eina app á telefonini.