Nú verður Mbappé seldur

Monaco selur í næstum stóra stjørnuskotið Mbappé, og í dag hevur felagið kunngjørt avloysaran

 

Franska stjørnuskotið, Kylian Mbappé, fekk farna kappingarár av álvara sítt gjøgnumbrot, tá Monaco kom heilt í hálvfinaluna av Champions League kappingini. Serliga í dystunum móti Manchester City var Kylian Mbappé eyðsýndur, og líka síðani teir dystirnar, hevur hann verið settur í samband við alskyns stórfeløg.

 

Hóast feløg sum Real Madrid og Barcelona hava verið størstu favorittar at tryggja sær unga álopsleikaran, verður tað hvørki av teimum báðum feløgunum, ið fáa fatur á honum. Kylian Mbappé skiftir ístaðin í næstum til Paris Saint Germain, soleiðis at hann verður verandi í fronskum fótbólti.

 

Tað tykist heilt greitt í dag, nú Monaco hevur kunngjørt at felagið hevur keypt Stevan Jovetic, sum farna kappingarár spældi fyri Sevilla. Stevan Jovetic hevur eisini fingið troyggju nummar 10, ið upprunaliga skuldi vera nummarið sum Kylian Mbappé skuldi spæla við fyri Monaco hetta kappingarárið.