Nú verður nógv dýrari at vera sjúkur

Stuðulin til heilivág lækkar, so at t tey, sum hava brúk fyri nógvum heilivági, skulu rinda væl meiri sjálvi

Nú verður nógv dýrari at vera sjúkur í Føroyum, serliga hjá fólki, sum hava varandi sjúkur, og sum hava brúk á heilivági dagliga. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fram, staðfestir samgongan, at Heilsutrygd gevur stórt hall og tí verður bæði neyðugt at tálma útreiðslunum hjá Heilsutrygd og at hækka inntøkurnar.

Í løtuni rinda fólk 175 krónur tik heilsutrygd um mánaðin, umframt 0,6 prosent av inntøkuni, men nú hækkar gjaldið til 0,7 prosent av inntøkuni. Hetta fer at geva heilsutrygd 11,5 milliónir meiri í inntøku um árið.

Men tað, sum fer at raka sjúklingar serliga hart, er, at tilskotið til heilivág lækkar. Tey ímillum 18 og 67 ár rinda nú í mesta lagi 2.121,50 krónur fyri heilivág um árið, men eftir nýggju skipanini skulu tey rinda 1.703,50 krónur meiri, ella 3.825 krónur tilsamans.

Eisini fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, skulu rinda meiri, tí sum er rinda teir í mesta lagi 1.356,50 krónur sjálvi fyri heilivág um árið, men nú skulu teir rinda 1.825 krónur um árið, ella 468,50 krónur meiri.

Mett verður, at hetta fer at lækka útreiðslurnar hjá Heilsutrygd átta milliónir um árið.