At vágbingarnir vóru nipnir eftir dystin sunnudagin, er sjálvsagt.
- Har vórðu vit snýttir so dyggiliga. Sjálvur haldi eg, at hetta var ræðuligt fyri okkum, og dømingina kunnu vit undir ongum umstøðum verða nøgdir um, helt Mortan úr Hørg eftir dystin.
Um tey bæði málini hjá HB segði Mortan, at nú hevði hann sjálvandi til góðar at síggja tey í sjónvarpinum, men hann helt tó, at talan í báðum førum var um sera ivasamar dómar - ella mangul upp á sama.
- Men nú verður tað tungt hjá okkum. NSÍ kemur á vitjan næstu ferð, og tann dysturin skal helst geva nakað, um vit ikki skulu til Sevmýri at spæla ein altavgerandi dyst, og tí vilja vit fegnir sleppa undan. Hinvegin haldi eg, at vit hesa ferð sýndu tann hugburðin, sum krevst, og megna vit at halda fast um hetta, samstundis sum vit eisini fáa Milan aftur á liðið, so rokni eg heilt avgjørt við, at vit kunnu taka stig frá runavíkingunum, staðfesti Mortan at enda.