Nú vil Ingi Sørensen á ting: Eg ætli at siga mína meining bart út

INGI Á TING Eftir at hann gjørdust landskendur í sendingini, Fólksins Rødd, í sjónvarpinum, bjóðar Ingi Sørensen seg nú fram at stýra landinum. Og hann ætlar sær ikki at dylja sínar ópoleraðu meiningar

- Eg havi altíð sagt mína meining bart út og tað ætli eg mær at halda fram við, hóast eg nú eru eru valevni til løgtingið.
Tað staðfestir havnarmaðurin, Ingi Sørensen, sum nú er farin undir eitt nýtt kapittul í lívinum.
Herfyri gjørdust hann landskendur í sendingini, Fólksins Rødd, í sjónvarpinum.
Men hesa seinastu mánaðirnar hevur hann eisini spælt sær við tankanum um at bjóða seg fram at gera sína ávirkan galdandi í politikki.
Og mikukvøldið gjørdust tað so veruleiki, tá ið Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag setti hann á valevnislistan hjá Tjóðveldi.
- Í veruleikanum er tað ikki eg sjálvur, sum havi funnið upp á, at eg skal bjóða meg fram í politikki, sigur hann.
Men hann sigur, at hesar seinastu mánaðirnar síðani Fólksins Rødd var í sjónvarpinum, hevur hann tosað við eitt ótal av fólki, bæði eldri og yngri, sum hava eggjað honum til at stilla upp til Løgtingið.
- Eg havi altíð sagt mína meining bart út og eg haldi, at tað er júst tað, sum dámar fólki, at eg onki krógvi og at tey altíð vita, hvar tey hava meg, sigur hann.

Vildi ikki biðja
Ingi sigur, at hesar áheitanirnar hava fingið hann at umhugsa støðuna.
- Eg kom til ta niðurstøðu, at eg kundi væl hugsa mær at stilla upp, sigur hann.
Fyri hann var tað ongantíð nakar ivi um, at skuldi hann stilla upp, skuldi tað vera fyri Tjóðveldi.
- Eg elski mítt land og eg vil gera mítt til, at eisini øll onnur fara at elska tað líka høgt, sigur hann.
Men hann vildi ikki fara so langt um at biðja Tjóðveldi lata hann sleppa á listan.
Tá ið hann kortini fór á uppstillingarfund mikukvøldið, var tað í vónini um, at onkur fór at skjóta hann upp at verða valevni.
Og tað gekk eftir ætlan, tí tá ið fundurin endaði, var Ingi Sørensen valevni.
Hann leggur doyðin á, at tá ið hann játtaði at vera við í sendingini um Fólksins Rødd var tað ikki við tí fyri eyga at tað skuldi verða ein lopfjøl inn í politikk.
- At eg fekk áhuga fyri at stilla upp, er komið aftaná og er eitt úrslit av øllum áheitanum, eg havi fingið, sigur hann.

Stórir møguleikar
Ingi Sørensen sigur, at høvuðsmálini í politikki hesi næstu árini verður at venda gongdini, so at fólkatalið aftur fer at mennast.
Skal tað eydnast skulu stór tøk takast.
Ikki minst snýr tað seg um at skapa øktar inntøkur til samfelagið.
Og eitt øki, hann ikki ivast í, at tað ber til at útvega nýggjar inntøkur, er at menna ferðavinnuna.
- Vit hava endaleysar møguleikar at menna ferðavinnuna staðfestir hann.
Serliga eldhugaður verður hann, tá ið hann kemur inn á kaving, sum er eitt og alt hjá honum.
Hann hevur til arbeiðis at kava og hansara stóra frítíðarítriv er at kava.
Hann er eisini víðakendur fyri tær fantastisku, litføgru myndirnar, hann hevur tikið á havsins botni og sum eru við á framsýningum víða hvar.
- Føroyar eru eitt paradís til frítíðarkaving og eg eri vísur í, at vit kunnu menna ferðavinnuna munandi rundanum kavingina, sigur hann.
Hann flennur at, at tá ið konan spyr hann, hví hann so sjáldan hevur fisk heim við, plagar hann at svara: Eg kann ikki fara at drepa og eta mínar fotomodellir.....
Men hann heldur eisini, at vinnukaving er ein vinna, sum kann vinda munandi upp á seg.
Sjálvur arbeiðir hann í eini fyritøku, sum kavar um allan heimin og hann heldur, at hetta kann gerast ein vinna, sum kann samanberast við okkara sjóvinnu annars, har føroyskir navigatørar og maskinmeistarar sigla um allan heimin og vinna okkum stórar inntøkur.
Men hann heldur, at tað hevur týdning, at føroyingar gera nógv burtur úr at fara uttanlands at nema sær útbúgving fyri at hava nýggja vitan og nýggj hugskot í vinnuna ístaðin fyri bara at ganga og tøva í tí sama í okkara egna dunnuhyli.
Hinvegin harmar tað hann, at vit brúka pening upp á at fáa fólk á ein føroyskan kavaraskúla í Klaksvík, sum hann staðfestir, gevur avmarkaðar møguleikar, tí hann gevur ikki førleikar til nakað serligt av vinnukaving.

Mugu skapa trivnað
Men tað skal eisini annað til enn at skapa øktar vinnumøguleikar.
- Tað er eisini neyðugt at skapa trivnað í hesum landi og ein týðandi táttur í hesum er at útvega fólki nógv betri bústaðarmøguleikum, enn tey hava nú.
- Vit kunnu ikki krevja av ungum húskjum við børnum, at tey fyrsta, tey skulu gera, er at seta seg í skuld fyri tvær, tríggjar milliónir fyri at fáa tak yvir høvdið.
Men at bøta um trivnaðin, er eisini ein spurningur um at bøta um arbeiðsumhvørvið.
- Í hesum døgum er strongd á arbeiðsplássum blivið eitt vanligt fyribrygdi, sum tíverri enntá sær út til at vinda upp á seg.
- Men strongd elvir til upp aftur meiri strongd. Tá ið nøkur á einum arbeiðsplássi fella frá av strongd, verða starvsfelagarnir enn meiri strongdir og nú er tað blivið púra góðtikið, at leggja seg sjúkan av strongd.
Ingi Sørensen heldur, at hetta er ein ónd ringrás, sum á brótast og eftir hansara tykki, eru tað fyri tað mesta vánaligir leiðarar, sum ikki duga ella megna at leiða og skipa arbeiðið á einum arbeiðsplássi, sum er ein høvuðsorsøk til strongd hjá starvsfólki.
Og tað er ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp.
Øgiliga góður
við bygdarmenn
- Bygdarmenn hava ríkað mítt lív ómetaliga nógv.
Tað sigur Ingi Sørensen, sum nú er valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið.
Og tað eru uttan iva mong, sum undrast á, at hetta skuldi koma frá honum, sum brúkti ein fittan part av senditíðini í Fólksins Rødd í sjónvarpinum at arga bygdarmenn og at illneitast inn á alt og øll uttanfyr bøgarðarnar í Havn.
- Eg havi nógv vinfólk á bygd og tey, sum kenna meg, vita, at tað mesta av tí, eg segði í sjónvarpinum um bygdafólk var tað bera skemt og gass.
Ingi Sørensen sigur tvørtur ímóti, at hann væntar sær nógvar atkvøður á bygd.
- Í veruleikanum eri eg øgiliga góður við bygdafólk, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið hann gekk í Hoydølum, búði hann á kostdeildini.
- Har búði eg bara saman við bygdamonnum, men tað hevur sanniliga ríkað mítt lív og hevur verið við til at forma meg til tann, eg eri í dag.

Persónligt frælsi
Men skemtast og tvætlar Ingi Sørensen, tá ið hann tosar um bygdarfólk, er hann haraftur ímóti gravalvorligur, tá ið hann tosar um átrúnað.
Í Fólksins rødd vakti hann ans við sínum ógvuliga avgjørdu meiningum um átrúnað.
- Tey sjónarmiðini standi eg við, tí eg meinti hvørt orð, leggur hann dent á.
- Eg kann ikki torga fólk, sum av átrúnaðarligum orsøkum royna at tvinga ein ávísan livihátt niður yvir høvdið á øðrum fólki.
Ingi Sørensen sigur, at hann setir persónliga frælsi hægst av øllum og tí skulu fólk fáa frið og náðir at liva sum tey vilja, so leingi tað er innanfyri lógarinnar karmar og ikki til ampa fyri onnur.
- Ongin skal sleppa at kúga onnur til at liva á ein ávísan hátt av átrúnarligum sjónarmiðjum.
Ingi Sørensen sigur, at sjálvur er hann ikki gudloysingur, men hann hevur tann partin av tilveruni fyri seg sjálvan.
- Áðrenn eg skal kava niður í myrkrið á 40 metra dýpi, kann eg saktans finna upp á at biðja Faðir Vár.
Hann leggur afturat, at tá ið sipað verður til ørindi í bíbliuni á tingsins røðarapalli, eigur tingformaðurin at tala at alt fyri eitt.
- Átrúnaður og politikkur hoyra als ikki saman, staðfestir hann.
Hann heldur, at eitt er, hvat vaksin fólk gera, tí tey eiga at fáa frið at liva, sum tey vilja.
Men hann heldur avgjørt, at vit eiga at verja børnini fyri tí, hann kallar átrúnaðarligum ágangi.
Akkurát, hvussu tað skal gerast, veit hann ikki.
- Men fyrsta stigið kann so vera at tosa um tað, sigur Ingi Sørensen.


Mugu gevast at drepa grind

- At drepa grind, hoyrir ikki einum framtíðar Føroyum til.
Ingi Sørensen hevur altíð havt greiðar og avgjørdar meiningar.
Hann hevur eisini altíð verið maður fyri at siga tær bart út.
Og sjálvt nú, hann er uppstillaður til løgtingsvalið, fýrir hann heldur ikki fyri at hava sjónarmið, sum eru so umstríddar, at ongin annar politikarar og onki annað valevni hevði torað at tey í sín munn.
Ingi Sørensen torir nevniliga at siga bart út, at eftir hansara tykki eiga føroyingar at halda uppat at drepa og eta grind.
- Politikkur snýr seg um at lyfta Føroyar fram á. Og tað hoyrir avgjørt ikki framtíðini til at drepa grind.
Hann vísir á, at okkara hægsti heilsufakligi myndugleiki hevur staðfest, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki mannaføði longur.
Serliga stórur er vandin hjá gentum og konufólki í burðarførum aldri.
- Tá ið gentur og kvinnur í burðarførum aldri ikki eiga at eta grind, tí hon er so illa dálkað, eiga vit onnur heldur ikki at eta grind.
Sjálvur hevur Ingi Sørensen tikið avleiðingarnar av tilmælinum um at halda upp at eta grind.
- Eg havi gjørt av at halda upp at at eta grind.
Heldur enn at drepa grind, heldur hann, at vit eiga at heiðra grindahvalin.
- Grindin eigur lívið í okkum, so vit eiga hava størstu virðing fyri honum, men vit eiga ikki at eta hann longur.
Men eg taki útgangsstøðið í tilmælinum hjá okkara heilsufrøðiliga myndugleika.
- Og tá ið eg ikki kann eta grind sjálvur, haldi eg ikki, vil eg heldur ikki bjóða nøkrum øðrum grind. Grindin er so illa dálkað, at tað átti ikki verið nakað at tosa um.
Hann er fullgreiður yvir, at hetta er eitt sera umstrítt sjónarmið og eitt sera eymt mál. Hann er eisini fullgreiður yvir, at hetta er ikki formliga sjónarmiðið hjá Tjóðveldi, sum hann stillar upp fyri, tí flokkurin tekur undir við, at vit tvíhalda um rættin at drepa grind á burðardyggan hátt.
- Men onkur má taka fyrsta stigið og tað havi eg onki ímóti at gera við at siga, at nú eiga vit at halda upp at við grindadrápi.

Mangt og hvat
Ingi Sørensen, sum nú stillar upp fyri Tjóðveldi, hevur roynt eitt sindur í lívinum.
Fleiri av barna- og ungdómsárunum búði hann í Grønlandi og eitt skifti gjørdi hann ungdómssendingar fyri Grønlendska útvarpið.
Hann tosar eisini grønlendskt eitt sindur.
Annars hevur hann roynt seg sum bryggjara hjá Restorffs og somuleiðis hevur hann royndir sum arbeiðsmaður, goymslumaður, sveisari og lívbjargari og eitt skifti koyrdi hann treylara.
Hann er eisini gamal tónleikari og í áttatiárunum spældi hann gittar í Trast, sum var ein av teimum heilt góðu bólkunum tá á døgum.
Hann er aftur farin at spæla eitt sindur alment og tónleikurin, honum dámar best, er blues og rokkur.
Annars er tað mest kaving, sum hann nú fæst við, bæði vinnukaving og frítíðarkaving Hann ger nógv av at taka myndir av lívinum undir sjónum og hann hevur mangan havt framsýningar við myndum, hann hevur tikið.





MYNDATEKASTUR:

Ingi elskar sítt land

Ing Sørensen er maður við nógvum avgjørdum meiningum og nú bjóðar hann seg fram í politikki. Eg elski mítt land og tað var ongantíð nakar ivi um, at skuldi eg stilla upp til Løgtingið, skuldi tað vera fyri Tjóðveldi, sigur hann