Útbyggingar
Nú vil landsstýrið hava eina endaliga avgerð um ætlanina at byggja røktarheim í Vági og at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági og ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri til Hovs.
Tað hevur landsstýrið nú boðað øllum teimum sjey nývaldu bý- og bygdaráðunum í Suðuroy, frá.
Týsdagin sendu Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, øllum teimum sjey nývaldu bý- og bygdaráðunum í Suðuroy, skriv um ætlanina.
Í skrivinum verða tey nývaldu kommunustýrini spurd, hvørja støðu tey hava til ætlanina at flyta miðnámsskúlan og heilsuskúlan til Hovs og at byggja røktarheim til 35 fólk í Vági ístaðin.
Teir báðir meta eisini, at málið hevur skund og tí hava teir biðið kommunustýrini svara í hesum mánaðinum.
Tað hevur skund at fáa eina avgerð í málinum, tí ætlanin er annars at byggja miðnámsskúla í Vági er nú komin so mikið langt, at arbeiðið skuldi bjóðast út fyrsta dagin.
Nevndin, sum fyrireikar byggingina, hevur søkt Vágs Býráð um byggiloyvi til skúlan og í umsóknini stendur, at ætlanin er at bjóða skúlan út um miðjan januar, ella um eina viku.
Men landsstýrismaðurin í skúlamálum sigur, at í hesum sambandi hevur bygginnevndin nú fingið boð um at bíða við at bjóða skúlan út.
? Eg ætli mær ikki at bøla omaná málinum, men tað verður neyðugt at bíða við útbjóðingini til tey nývaldu kommunustýrini hava fingið høvi at sagt sína hugsan um ætlanina at flyta skúlan til Hovs, og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
? Men júst tí at ætlanin ikki er at seinka málinum, verður tað eisini neyðugt, at kommunustýrini svara longu í hesum mánaðinum.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at bæði undanfarna bygdaráð í Porkeri og i Sumba, boðaðu í fjør landsstýrinum frá, at tey taka undir við ætlanini og fráfarna bygdaráðið í Hovi var eisini vælviljað.
Hinvegin hevur Vágs Býráð einmælt víst ætlanini frá sær.
Men Landsstýrið viæ nú hava tey býggju kommunustýrini at siga sína hugsan eisini.
Einans eitt tilboð
Jògvan á Lakjuni sigur, at tað, sum landsstýrið ætlar við skrivinum, sum nú er sent kommununum í Suðuroy, er at fáa at vita, hvørja støðu tey hava til ætlanina.
? Ætlanin er ikki, at tey skulu binda seg til nakað sum helst enn. Ætlanin er einans at fáa at vita, um tey taka undir við hugskotinum, so at landsstýrið kann vita, um hetta er nakað at arbeiða víðari við.
? Taka kommunustýrini í Suðuroy undir við hugskotinum, eri eg og landsstýrismaðurin í almannamálum, sinnaðir at hitta tey á fundi at greiða nærri frá ætlanini, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men hann leggur eisini dent á, at ætlanin er ikki at noyða kommunurnar í Suðuroy til nakað sum helst.
? Taka tær ikki undir við hugskotinum, verður arbeitt víðari við upprunaligu ætlanini og so verður miðnámsskúlin í Vági bjóðaður út sum ætlað.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað einasta rætta er at byggja heilsuskúlan og miðnámsskúlan saman.
? Verða lunnar lagdir undir einum skúladepli í Suðuroy, er størri møguleika fyri at eisini aðrir skúla fara at verða lagdir í depilin, sum frálíður, sigur hann
Men Hans Pauli Strøm leggur dent á, at hetta er ein máti hjá suðuroyingum at fáa eitt røktarheim bygt í oynni beinanvegin.
? Tørvurin á røktarheimsplássum í Suðuroy er stórur og eitt røktarheim til 35 fólk, hevði gjørt serastóran mun í oynni, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at taka kommunurnar í Suðuroy ikki av ætlanini, verður heldur onki røktarheim bygt í Suðuroy nú.
? So kemur Suðuroy í somu støðu sum øll onnur øki í landinum og noyðast at bíða, til ein tørvsmeting í øllum landinum er gjørd. Samstundis skal ein ein verklagslóg gerast og greiða skal eisini fáast á, hvussu nógv kann setast á fíggjarlógina til økið.
? Og so fær Suðuroyggin sítt pláss í eini raðfesting, sum fer at umfata øll øki í landinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Tó ivast hann ikki í, at Suðuroyggin fer at standa nakað frammaliga, tá ið eldrabýli í teimum ymsu økjunum, skulu raðfestast, tí saman við Norðoyggjum, Suðurstreymoy, er Suðuroyggin serliga illa fyri, sigur Hans Pauli Strøm.
Men nær tað verður, veit hann ikki, tí fyrireikingarnar taka eisini sina tíð og tað veldst eisini um, hvussu stór fíggjarorkan verður.
i