Nøvn mangla

Færøernes Mellem- og Realskole

Mynd í sambandi við framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir.


Framsýningin letur upp við kvøldsetu mánakvøldið 23. juli kl. 19, har borgarstjórin Heðin Mortensen setur framsýningina, og fyrrverandi næmingar fara at hugleiða um skúlatíðina. Framsýningin heldur fram til og við sunnudagin 5. august. Nærri verður lýst í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í landinum.


Myndin er tikin í skúlagarðinum í 1926 ella 1927 av gentum í tveimum flokkum. Vit kenna nøvnini á teimum flestu gentunum, men ikki á øllum:


Aftasta rað f.v.: Ebba (Ki) Jacobsen, Hanna Kamban (g. Ziska), Julianna Petersen (Diddan g. Nolsøe), Gunnhild Isholm (DK), Amanda Danielsen (g. Akraberg Hansen), Essemi Djurhuus (g. Jacobsen), Birthelena Egholm (g. Arge) og Turid Holm Jacobsen (g. Fuglø).


Næst aftasta rað: Oddvør Evensen, ókend, Tønny Egholm, ? Finsen, Mathilda Jacobsen (dóttir Gøtu Anthon) (DK), Helena Mørk (g. Hjelm), Ansa Christiansen (g. Djurhuus), ? Christiansen, g. Jacobsen (Essaba), ? (úr Vágum?), og Eva Samuelsen (g. Thomsen).


Næst fremsta rað: Karin Jacobsen, Helena Rubeksen (g. Michelsen), Maria Joensen (g. Restorff), ? (lærarinna), Annelin Joensen (g. Dal-Christiansen), Turid Waagstein (g. Rasmussen), Marianna Dahl og Karin Maria Dam (g. Åbek) (DK)


Fremsta rað f.v.: Aslaug Holm Jacobsen, Helena Dam, Helena Bærentsen, Olivia Rubeksen, Mia Trónd Hansen (g. Jensen), og Ebba Mohr (Ongland)


Um onkur kennist við genturnar, sum vit mangla nøvnini á, ella hevur okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn, tel. 316024 ella 226024.



Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn