Eitt av mest spennandi donsku poppnøvnunum Nabiha spælir á ársins G! Festivali, júst afturkomin úr USA, har hon hevur skrivað sáttmála við stórfelagið ADA, verður hon nú avdúka á G! skránni.
Í 2013 vann hon bæði gull og platin fyri løgini ”Mind The Gap” og fyri ”Ask Yourself”, eins og hon vann European Border Breaker Award í januar fyri at røkka langt út um sítt heimland.
Í seinasta mánaða var hon so í USA og skrivaði undir plátusáttmála við ADA, ið umboðar bólkar sum Arctic Monkeys, The National, Passenger, Vampire Weekend, Macklemore & Ryan Lewis.
Nabiha er uppvaksin á Vesterbro, men hevur norður-vesturafrikanskar røtur. Hon er elst av seks systkjum og hevur sungið og spælt síðani barnsbein. Nabiha verður mett millum mest sermerktu og dugnaligu popp sangarar og sangskrivarar, ið eru komnir fram í Danmark seinastu árini. Staklagið ’Bang That Drum’ er nýggjasta skotið á hitt-trænum hjá Nabihu.
Staklagið var almenna eyðkennislagið til EM í mannshondbólti í 2014 og varð givið út í meginpartinum av Europa og UK. Videolagið var MTV Fresh í bæði Danmark, Finnlandi, Svøríki og Noregi og náddi í apríl í ár upp á nummar 1 á enska Urban chart.
Nabiha gav sína fyrstu og nógv róstu fløgu ’Cracks’ út í 2010. Hendan útgávna lyfti hana beint upp á donsku popptindarnar við staklagnum ’Deep Sleep’. Síðani kom ’More Cracks’ í 2011 har serliga ’Trouble’ og ’Never Played the Bass’ kláraðu seg væl á hittlistunum. ”Never Played The Bass” lá meira enn eitt ár á útvarps-rotatión og gjørdist nummar eitt á enska Urban Chart. Í 2013 kom so útgávan ’Mind The Gap’ har heitislagið ’Mind The Gap’ og ’Ask Yourself’, bæði skaffaðu henni gull og platin fyri sølu og streaming. ’Mind The Gap’ gjørdist samstundis lagið, ið fekk útlendsk eygu at venda sær móti Nabihu.
Nabiha varð væl hjálpt av heimsakenda amerikanska bloggaranum Perez Hilton, ið linkaði til videolagið. Hetta var við til at gera, at lagið endaði sum #1 á enska urban chart.
Í januar 2013 fekk hon handaðan European Border Breakers Award fyri at hava sligið ígjøgnum uttan fyri Danmark. Millum tey sum áður hava vunnið prísin er Adele, Mumford and Sons og Damien Rice. Og í mars í ár skrivaði Nabiha undir plátusáttmála við ADA í USA. Í juli vitjar Nabiha í Føroyum og vit sleppa at hoyra hana á henna G!
G! kunngerð í dag 11 nýggj nøvn á skránni. Talan er um Nabihu og tvey onnur útlendsk nøvn, fýra vælkend føroysk nøvn, og fýra føroysk nøvn, ið ikki hava verið á plakatini hjá G! áður.
Nabiha (DK)
Räfven (SE)
Alpha Steppa (UK)
BYRTA
Marius Ziska
Dánjal
SAKARIS
Døgg Nónsgjógv
Allan Tausen
Jógvan Joensen
Jákup Eli Joensen
Hesi leggjast afturat teimum sum vóru kunngjørd framanundan:
Týr
Hamferð
Greta Svabo Bech
Moddi (NO)
Baby in Vain (DK)
Símun úr Konoy og Gras